Í dag byrja vælumtóktu Torradagarnir í Klaksvík. Torradagarnir hava 10 ár á baki, og mong hava nýtt høvið at vitja forvitnisligu tiltøkini, ið hava sett dám á undanfarnu Torravikurnar. Í ár er skráin rættiliga rúgvismikil.
Í dag byrja vælumtóktu Torradagarnir í Klaksvík. Torradagarnir hava 10 ár á baki, og mong hava nýtt høvið at vitja forvitnisligu tiltøkini, ið hava sett dám á undanfarnu Torravikurnar. Í ár er skráin rættiliga rúgvismikil.
Tiltøkini í dag:
Gamla Seglhúsið – kl. 14.00 – 19.00
Listaframsýning
Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.
Listafólkini ið eru umboðað á framsýningini eru: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku og Finleif Mortensen.
Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning, og hongur uppi frá 13. til 19. februar.
Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00
Klaksvíkar Bókasavn – kl. 19.00 – 21.00
Pallborðsfundur verður á Klaksvíkar bókasavni, har evnið á fundinum verður: Ber orðið brek?
Hvønn týdning hevur tað, hvussu vit orða okkum um fólk, ið bera brek?
Ætlanin við pallborðsfundinum er at fáa eitt kjak um orðið brek, og um møguleiki er at finna eitt nýtt orð fyri orðið brek.
Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Klaksvíkar tónlistaskúli hevur konsert.
Næmingar og lærarar spæla m.a. tónleik av Bach, Mendelssohn, Mozart, Pachelbel, Døuvernoy og føroyskan tónleik. Floytusolo við strúkarum, klaversolo, floytubólkar, klarinet og saxofon.
Tiltøkini á Torradøgunum halda fram til sunnudagin.




