Skráin fyri Torradagarnar 18. – 24. februar gerst størri og áhugaverd.
Fyrilestrar um fisk og veður sum eru so nóg samanknýtt verða í hópatali.
Áhugaverdir fyrilestrarhaldarar eru eisini á dagsskránni. Tann eina dagin heldur Bogi Hansen fyrilestur um veðurlagsbroytingar og veðurlagsárin. Hjalti í Jákupsstovu heldur fyrilestur um fiskireguleringar.
Síðst men ikki minst heldur okkara egni Alix Rasmussen, sum vit kenna eina best frá morgunsendingunum í Útvarpinum, har hann so sóttliga greiður frá verðinum og fimm-daga forsøgnunum.
Ja, hesin maður, sum kann fáa sjálvt tað ringasta ódnarveðrið at ljóða milt og gott vegna hansara sáttliga ptrátingarlag, kemur á vitjan til Torradagarnar at greiða frá hvussu veðurforsøgnirnar verða evnaðar til á DMI, har hann hevur sín dagligdag á veðurstovuni.
Eisini fer hann at greiða frá ymiskum øðrum verðurfrøðiligum og hvat DMI annars tekst við.
Hesin fyrilseturin verður helst í Atlanis leygardagin seinnapartin 23. februar.
Nógv annað er á skránni, sum vit greiða frá í komandi Norðlýsið.
Hevur tú eitt hugskot, ert tú vælkomin at siga frá á nordpres@post.olivant.fo ella dw@klaksvik.fo




