Leygardagin 18. februar kl. 14.00 skipar Treysti fyri árligu Torraheilsurenningini, sum byrjar og endar niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús.
Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fosságøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.
Vegirnir verða ikki avsperraðir, og tí verður heitt á luttakararnar um at vísa stórt varsemi, meðan runnið/gingið verður. Gott hevði verið, um luttakararnir vóru í gulum vesti.
Heilsucafé kl. 14.00 Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.
– Inngongd ímillum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.
Kl. 14.00 Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.
Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Heilsucaféina; aftaná verður boðið ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.
Kl. 14.00 Workshop
Forhøllin
Kom og fáa tær eitt prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um m.a. lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum og ryggjatrupulleikar.
Fysio- og ergoterapiin
Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.
Heilsustovan (2. hædd)
Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.
Rannsóknarstovan
Tilmelding til blóðgeva.
Norðara parkeringsøkið
Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.
Kl. 15.00 fyrilestur – í Felagshøllini
Fyrilestur við Regin Olsen, maskinmeistara – Greitt verður frá søguni um læknabátin Medicus.
Kl. 16.00 fyrilestur – í Felagshøllin
Fyrilestur við Hannelenu Jacobsen og Sølvu Joensen – Fyrilesturin snýr seg um heilsugóðan mat.
Øll eru vælkomin 🙂





