Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torraskráin 2017 – mánadagur

Dávur Winther

Nógv á skránni í morgin, mánadagin.

Mánadagur 13. februar

Langakai – frá kl. 13.00 – 18.00.

Paamiut opið skip.

Seinastu tíðina hevur ein grønlendskur trolari ligið við bryggju í Klaksvík. Appelsinguli liturin er vælkendur skipalitur hjá Royal Greenland, men er tað Grønlands Natúrinstitut, sum nú eigur skipið, ið síðani 1996 hevur verið nýtt sum havransóknarskip burturav.

Tað er klaksvíkingurin Birgir Sivertsen, sum er skipari umborð á Paamiut. Hann fór fyrsta túrin við Paamiut 13. februar 1992 og hevur sostatt siglt við Paamiut í 25 ár.

Í sambandi við 25 ára starvsdagin hjá Birgiri, verður móttøka – Opið skip umborð, mánadagin 13. februar frá kl. 13.00 – 18.00.

Gamla Seglhúsið hevur listaframsýning – kl. 14.00 til 19.00

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

Á framsýnini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku, Finleif Mortensen.

Framsýningin, sum er ein søluframsýning, hongur uppi frá 13. til 19. februar.

Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 19.00 og tað er ókeypis at vitja.

Klaksvíkar Bókasavn – kl. 19.00 – 21.00

Pallborðsfundur verður á Klaksvíkar bókasavni, har evnið á fundinum verður:

Ber orðið brek?

Hvønn týdning hevur tað, hvussu vit orða okkum um fólk, ið bera brek?

Ætlanin við pallborðsfundinum er at fáa eitt kjak um orðið brek, og um møguleiki er at finna eitt nýtt orð fyri orðið brek.

Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30

Klaksvíkar tónlistaskúli hevur konsert.

Næmingar og lærarar spæla m.a. tónleik av Bach, Mendelssohn, Mozart, Pachelbel, Døuvernoy og føroyskan tónleik. Floytusolo við strúkarum, klaversolo, floytubólkar, klarinet og saxofon.