Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torratónleikur í Klaksvík

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Í gjár fóru fyrstu tiltøkini úr Torraskránni av bakkastokki. Eyðun av Reyni lat upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum og Tónlitsaskúlin í Klaksvík hevði eina stuðulskonsert fyri næmingum sínum, sum skulu til Noregs á námsferð.

 Í gjár fóru fyrstu tiltøkini úr Torraskránni av bakkastokki. Eyðun av Reyni lat upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum og Tónlitsaskúlin í Klaksvík hevði eina stuðulskonsert fyri næmingum sínum, sum skulu til Noregs á námsferð.

Væl av fólk høvdu vitjað framsýningina í gjár og í gjárkvøldið møttu hópin av fólki til fjølbroyttu konsertina í Skúlanum við Ósánna, sum byrjaði við feagssangi. Síðani spældu fleiri av næmingunum ymisk stykki fyri klaver, violin, cello, tvørfloytu og blokkfloytu. Eisini sluppu lærararnir at vísa kynstur síni.
 
Men skráin var fjølbroytt og av tí at talan var um stuðulskonsert til námsferð fyri átta næmingum, sum skulu til Hole – nærhendis Oslo, vóru Hallur og Beddi eisini bodnir við at spæla og syngja nøkur løg.
 
Eisini var ein Torra-kvartett, sum hon varð nevnd til høvið, boðin við. Tað er ein kvartett, sum er sett saman av starvsfólkum hjá kommununi, ið bert vaknar við onkur ávís høvi, sum serligar føðingar og okkurt hátíðarhald.
 
Jú, ein frálík og hugnalig konsert, sum fortaldi okkum, at næmingarnir á Klaksvíkar Tónlistaskúla liggja á høgum tónleikalistarligum støði og óræddir kunnu fara til Noregs, har ein norðurlendsk tónleikastevna verður seint í apríl.
 
Eisini var høvi at keypa sær ein kaffimunn afturvið heimabakaðum føstulávintsbollum, sum foreldur at næmingunum høvdu gjørt.
 
Úr Torraskránni
Føroya Húsarhaldsskúli hevur  í dag frá kl. 16.00 til 21.00 framsýning av næmingaarbeiði.
kl. 19.30 letur forvitnislig framsýning av handgjørdum lutum hjá Onnu Djurhuus, konu Janus Djurhuus upp í Spaniastovu.
 
kl. 20.00 heldur Pól Sundskarð fyrilesturin – at seta sær mál í Skúlanum við Ósánna.
Eisini kunnar Treysti um virksemi sítt.
 
Kunna teg nærri um Torraskránna á www.klaksvik.fo