Mánadagin 16. februar í Skúlanum við Ósánna KL. 19:00.
Mánadagin 16. februar í Skúlanum við Ósánna KL. 19:00.
Í døgunum 29. apríl – 3. mai fara næmingar og lærarar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla námsferð til Noregs.
Ferðin kom í lag eftir innbjóðing frá Hole Kulturskole, ið liggur norðanfyri Oslo. Tiltakið nevnist Nordiske Samspilldager 2015, og luttaka næmingar frá Danmark, Svøríki, Noregi, Føroyum og Íslandi.
Fyri at savna inn pening til ferðina skiparTónlistaskúlin fyri tónleikakafé í Skúlanum við Ósánna fastalávintsmánakvøld 16. februar kl. 19. Á tónleikakafé’ini framføra næmingar og lærarar á Tónlistaskúlanum klassiskan tónleik umframt at onnur innsløg vera. Felagssangur verður eisini á skránni.
Tónleikakafé’in byrjar kl. 19. Kostnaður 50 kr., og kaffi og okkurt leskiligt afturvið kann keypastfyri 20 kr.
Hóast bestu grýlutíð vóna fyrireikararnir, at nógv fólk møta upp at njóta tónleikin og at stuðla uttanlandsferðini hjá okkara tónlistanæmingum.




