Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavn er sum ein danskur provinsbýur

John William Joensen

Redaktørurin á uttanríkissendingini Horizont, Oliver Routhe Skov, hjá DR1 segði í samrøðu við Kringvarpið í morgun at tað var ov lítið áhugavert hjá danska sjónvarpinum at vísa donsku hyggjarunum myndir úr Tórshavn. – Tórshavn líkist einum vanligum donskum provinsbýi sum Ikast ella Herning og tí valdu vit heldur at filma í Klaksvík, Norðoyggjum og Dímun

Fyri góðari viku síðani sendi DR1 eina Horisontsending um kvinnuflýggjanina úr Føroyum. Hendan sending fekk rættiliga øði í nógvar føroyingar.

Tá danski sjournalisturin hjá DR Oliver Routhe Skov, varð spurdur um hví teir valdu ikki at filma kvinnur sum búgva og ganga á cafe og listaframsýning í Havn, og sum trívast í býarlívinum í høvuðsstaðnum svaraði danski sjournalisturin m.a.:

Tórshavn líkist einum vanligum donskum provinsbýi og tey sum hava sæð Ikast ella Herning uppliva tað sama í Tórshavn og tí er tað ikki áhugavert at vísa fyri danskum hyggjarum. Men ørvísi er við Norðoyggjum, Klaksvík og Dímun – har er meira spennandi náttúra og harvið meira spennandi myndir og betri sjónvarp. Føroyar eru eitt sera flott landi úti um landið har fjøllini og sjógvurin eru. Tórshavn líkist “til en forveksling” Ikast ella Herning.

LURTA EFTIR SAMRØÐUNI HER