Borgarstjórin í Havn hevur nú borðfæ sum er á sama støði sum løgmaður hevur.
Borgarstjórin í Havn hevur nú borðfæ sum er á sama støði sum løgmaður hevur.
Málslýsing:
Fíggjarnevndin verður biðin um at taka støðu til at verandi borðfæ hjá borgarstjóranum á mánaðarliga kr. 2.393,87 verður hækkað til mánaðarliga kr. 7.181,61.
Borðfæið er í løtuni á sama støði sum borðfæ hjá landsstýrismonnum og verður eftir broytingina á saman støði sum borðfæið hjá løgmanni.
Orsøkin til broytingina er tað alsamt vaksandi umboðandi arbeiðið og øktar útreiðslur í hesum sambandi.
Spurningurin um lønarlagið hjá kommunustýrislimir er reistur í Kommunufelagnum við tí fyri eyga, at heita á Landsstýrið um at broyta kunngerðina. So lønirnar svara betri til lønarlagið í samfelagnum generelt.
Fíggjarnevnd 10. september 2014: Ein meiriluti, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein taka undir við at hækka borðfæið til mánaðarliga kr. 7.181,61.
Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur ikki undir við at hækka borðfæið til tess at økja um samsýningina hjá borgarstjóranum og krevur málið fyri býráðið.
Býráðsfundir 18. september 2014: Jógvan Arge legði fram soljóðandi broytingaruppskot:
Býráðið vísir málið til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu at gera púra greitt, hvørjar heimildir býráðið hevur á hesum øki og leggja frágreiðngina fyri býráðiði sum skjótast.
Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum, vóru Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.
Ímóti atkvøddu: Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen.
Síðani varð atkvøtt um tilmælið hjá fíggjarnevndini, ið varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 3 ímóti.
Ey, sum atkvøddu fyri vóru Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen.
Tey, sum atkvøddu ímóti vóru Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.
Heðin Mortensen luttók ikki í viðgerðini av málinum.




