sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum staðfestir inntøkuminking uppá 3% fyri janarmánaða.
– Skattainntøkan hjá Tórshavnar Kommunu er 3% minni í januar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
– Januarmánaði er altíð vanaligur og klárt ringasti mánaðin til inntøkur og tí fara vit at bíðja til vit eisini síggja inntøkurnar fyri februar mánaða.
– Í fíggjarætlanini hava vit roknað við einum vøkstri í inntøkunum, men sum umstøðurnar eru hava vit valt eina varliga kós.
– Vit hava ikki vilja gjørt beinleiðis sparingar – men hava hinvegin bíðja við verkætlanum, sum áttu at verið farnar í gongd.
– Undir øllum umstøðum fara vit at endurskoða íløguætlanina sum undanfarna býráð samtykti og serliga tær, sum vóru samtyktar beint fyri valið, sum m.a. ein rundkoyring til 15 mill. kr. og skúli á Argjum – har eingin peningur er tøkur.
Borgarstjórin í Havn legði tó dent á at kommunan fór at bíðja við at fremja broytingar í íløguætlanunum til tølini fyri februar mánaða fyrilógu.




