Roknskapurin 2008 vísir, at skattainntøkurnar hjá kommununi hækkaðu nakað í 2008 í mun til árið fyri. Persónsskatturin øktist nakað, men væl minni enn undanfarin ár, verður sagt í
Partafelagsskatturin hilnaðist væl betri enn undanfarin ár.
Ein orsøk til hetta er, at nøkur íløgufeløg og bankar høvdu serliga góð úrslit í 2007. Úrslitini fyri 2008, hjá somu feløgum, vóru hinvegin vánalig.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 476 mió. Tað hevur stórt sæð eydnast at halda játtanirnar í samtyktu fíggjarætlanini.
Tó eru m.a. trupulleikar við at stýra játtanini til forsorgarhjálp vegna vantandi barnaansing. Almannastovan umsitur forsorgarhjálpina, og kommunan endurrindar eftir uppgerð. Skipanin riggar sera illa, tí at uppgerðirnar koma alt ov seint, soleiðis at tíð er ikki til at fáa neyðugu eyka játtanina í rættlag. Elstu uppgerðirnar fyri 2008 vóru eitt ára gamlar, tá kommunan fekk tær. Trupulleikin er ikki loystur enn, hóast bæði Tórshavnar kommuna og KSF hava gjørt vart við hetta fleiri ferðir. Samstundis hevur Fíggjarmálaráðið, í nýggjari roknskaparkunngerð, kravt, at kommunurnar skulu lata inn roknskapartøl mánað fyri mánað til Gjaldstovuna.
Íløgur og nýútveganir eru íalt 254,5 mió.
Roknskapurin vísir eitt rakstraravlop uppá 145,9 mió. íløgur. Verða íløgur, rentur og avdráttir trekt frá, er úrslitið eitt hall uppá 108,6 mió.
Útreiðslurnar til rakstur og íløgur eru býttar soleiðis:
Mió kr. %
Fyrisiting 54,3 8 %
Tekniskar veitingar 114,1 16 %
Skúlamál 45,8 6 %
Mentamál 31,9 4 %
Barnaansing 132,1 18 %
Sosial- og heilsumál 37,6 5 %
Aðrar útreiðslur 53,5 7 %
Íløgur 254,5 35 %
Íalt 723,8 100 %
Íløgur og nýútveganir kunnu sundurgreinast soleiðis:
Vegir og kloakkir 68,6
Vatnveiting 3,0
Brennistøðin 5,3
Ítróttur og frítíð 26,2
Barnaansing 0,3
Skúlar 80,2
Eldraøkið 7,3
Fríðkan av býnum 3,1
Heilsumál 0,2
Bygningar 7,3
201,5
Útlegg í.s.v. útstykkingar o.t. 30,0
Nýútveganir 23,0
Íalt 254,5
Útstykkingar
Fyrsti partur av útstykkingini til vinnustykki við Karlamagnusarbreyt er um at vera liðugur. Restin verður liðugt í ár. Vinnuøkið á innara Skarðshjalla verður liðugt í ár. Har verða møguleikar fyri bæði størri og minni vinnustykkjum. Ætlanin við tættari bygging við Myllutjørn fer væntandi í gongd seinni í ár. Talan er um 63 bústaðareindir.
Vegir
Arbeiðið við nýggja Glyvursvegnum heldur fram. Í 2008 hevur verið arbeitt uppá 5. og part av 6. byggistigi, og verður hetta arbeiðið liðugt í 2009. Ein partur av verkætlanini er vegur og nýggj brúgv um Sandá, sum eru 2., 3. og 4. byggistig. Restin av 6. byggistigi fevnir um vegagerðina frá Hamaranum á Argjum út til grótbrotið á Glyvursnesi.
Arbeiðið við sambindingarvegnum til nýggja innkomuvegin til Havnina heldur fram, og verður liðugt í 2009, soleiðis at komununnar partur ikki liggur eftir. Tó verða ongar íbindingar gjørdar í ovara enda, av tí at arbeiðið uppá innkomuvegin er støðgað vegna vantandi játtan hjá landinum.
Gerðisbreyt á Velbastað er um at verða liðug.
Kloakkir
Arbeiðið uppá kloakkir hevur stórt sæð fylgt tí 5-ára ætlan, sum býráðið hevur samtykt, og málsetningarnir eru stórt sæð eisini fylgdir higartil. Kunngerðin um spillvatn hevur verið leingi ávegis, men nú er komið so langt, at hon í løtuni er til hoyringar hjá m.a. KSF. Í uppskotinum til kunngerð er ásett. at kloakkirnar skulu verða dagførdar í 2015, men ynski er hjá fleiri limakommunum í KSF at fáa hesa freist longda.
Renovatión
Tann seinasti útbyggingarmøguleikin av tyrvingarplássinum í Húsahaganum til dálkað burturkast er framdur í 2008. Henda útbygging gevur ein móttøkukapasitet til uml. 3 ár afturat. Tá skal Glyvursnes verða klárt at taka ímóti. Í 2008 eru gjørdar ymsar kanningar og fyrireikingar viðv. Glyvursnesi. Arbeitt verður eisini áhaldandi at finna eina loysn fyri rottangatømingini, og verður væntandi farið undir at gera móttøku á Glyvursnesi í 2009.
Skúlaøkið
Tveir stórir skúlar eru i gerð. Skúlin á Løgmannabreyt og skúlin á Hamrinum. Skúlin á Løgmannabreyt er partvís tikin í nýtslu og verður endaliga liðugur í ár.
Farið er undir sjálva byggingina av skúlanum á Hamrinum. Byggingin verður framd í einum og verður liðug 1. apríl 2011.
Ítróttur og frítíð
Rennibreyt varð loksins tikin í nýtslu í fjør. Hon hevur víst seg at vera eitt sera gott tiltak, sum borgararnir hava tikið til sín. Hon verður nógv brúkt, bæði av íðkandi ítróttarfólki og øðrum.
Fimleikabyggingin við Tórsvøll er farin í gongd og verður væntandi liðug fyrst í 2010.
Eldraøkið
Arbeitt hevur verið við ætlanum um nýtt røktarheim yviri við Strond. Grundað á stóra tørvin á økinum og búskaparligu umstøðunum er avgerð tikin um at endurskoða ætlanina fyri at kanna, um tað er møguligt at nøkta tørvin skjótari og bíligari.
Barna- og ungdómsøkið
Bíðilistin er nú somikið lítil, at tørvurin verður nærum nøktaður frá summarferiuni til november/desember, tá hann veksur aftur fram til summarferiuna. Arbeitt verður í løtuni við at loysa hendan trupulleika við at fáa dagstovnarnar at taka fleiri børn inn part av árinum og at fáa eina fleksiblari dagrøkt.
Á frítíðarskúlaøkinum verður eisini arbeitt við at samskipa tilboðið og rakstur betur. Nakrir skúlar húsast enn í fleiri húsum, hetta er dýrt bæði í rakstri og flutningi. Arbeitt verður við at savna Frítíðarskúlan í Hornabø og samskipa hølisnýtsluna við Venjingarskúlan.
Fyrisitingin
Í 2008 setti fyrisitingin skjøtil á at orða virðir og visjón. Virðini eru orðað, og við støði í virðunum skulu politikarar og stjórn orða eina politiska visjón fyri Tórshavnar kommunu. Hetta verður í næstum. Síðani verða virðini og politiska visjónin samansjóðað, soleiðis at hesi kunnu verða útint í verki. Undanfarna ár varð eisini samskiftispolitikkur orðaður.
Í 2008 varð leiðslumenning sett í fokus, m.a. menning innan starvsfólkaleiðslu og coaching.
Í hesum tíðum leggur fyrisitingin dent á at arbeiða við effektiviseringum, m.a. luttekur kommunan í arbeiðnum við rokningardeplinum, har allar inngangandi rokningar frá 2010 verða sendar kommununi elektroniskt.
At enda
Ársroknskapurin vísir, at kommunan er væl fyri fíggjarliga. So hóast fíggjarligu vánirnar ikki tykjast so góðar í løtuni, so ætlar býráðið ikki at steðga øllum virksemi, men framvegis at menna býin og betra um umstøðurnar hjá vinnulívinum og trivnaðin hjá einstaka borgaranum.
Tórshavn tann 28. mai 2009
Heðin Mortensen, borgarstjóri




