Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórsódn á Ólavsøku

Tíðindaskriv

Nú styttist tíðin til Ólavsøkuna 2013, og sosatt eisini tíðin til, at Føroya størsta Tivoli letur upp á Skálatrøð.

 
Til Ólavsøkuna 2013 hevur Tórshavnar Ítróttarráð í samstarv við Tórshavnar Kommunu leigað allarhelst størsta einstaka aktivitetin, ið er sæddur í Føroyum. Talan er um eina umleið 15 m høga Melduródn. 

Hetta er ein aktivitetur, ið er kendur frá flestu stóru Tivoligørðum, og fer hetta uttan iva at seta lív í Skálatrøð. Melduródnin hevur fingið navnið Tórsódn, men stóri spurningurin er, torir tú at royna Tórsódn?
 
Á Skálatrøð verður sjálvandi eisini møguleiki at royna nógvar aðrar aktivitetir, m.a. klassiku aktiviteturnar sum tombola, hoppiborgir og skjótibásar. 

Sum nakað nýtt verður eisini møguleiki at royna at ganga á vatninum, og fyri tey minstu vera nakrir nýggir bátar at royna.
 
Í ár letur Tivoli longu upp 27. juli kl. 16.00. Tórsódn letur tó upp longu 26. juli kl. 19.00, har stóra innandura hoppilandið eisini er opið.
 
Aftrat nógvu ymsu aktivitetinum, so verður eisini ókeypis barnaundirhald við m.a. Angelu & Hannibal og Klovninum Bubu. Les meira um skránna á tir.fo.