North Adventure í Klaksvík royndarkoyrdi áhugaverda torvskurðatúrin til Svínoyar sunnudagin, og væl gekst.
Klæmint Hansen, stjóri á North Adventure sigur, at hugskotið til hendan túrin, ið er eins væl egnaður til føroyingar, sum fremmandafólk, er, at tú í veruleikanum fært tríggjar upplivingar.
Fyrst fært tú ein framúr siglitúr við Alfa Pilot fram við Svínoynni, síðani ein gongutúr uppá 2½ kilometur og til seinast torvskurðin, sum Eyðun Jacobsen, fyrrv. borgarstjóri í Svínoy stendur fyri.
Norðlýsið var við á fyrsta túrinum, og gestirnir vóru starvsfólk hjá IRF, eini 37 í tali.
Vit fóru a Hvannasundi stutt fyri miðdag sunnudagin í fagrasta veðri. Hann, ið ikki hevur verið hesa leið fyrr, fær eina stórsligna uppliving av føroysku náttúruni, við tað at her eru fjøllini so høg og so nær. Vit sigldu suður ígjøgnum Svínoyarfjørð og suður um oynna, síðani tætt undir landi allan vegin á Svínoyarvík. Stórbart var at síggja og ikki minst fuglalívið og kóparnar og sum eitt kuriosum, sigldi Alfa Pilot ígjøgnum Glynkin, (sæst á myndunum).
Komin í land í Svínoy, var farið niðan í skúlan, har vit fingu morgunmat og tosað var aftur og fram um tað sum stóð fyri framman, tann 2½ km langi gongutúrurin yvir á Dal, har vit skuldu vera við til at skera torv.
Ikki minst var gongutúrurin áhugaverdur har vit sóu grýtuta lendið við nógvum gróthúsum. Útsýnið var eisini gott, tá vit komu uppum hálsin, sóu vit eina sera vakra panoramamynd av Fugloynni frammanfyri okkum.
Komin oman til torvheiðarnar, hittu vit Eyðun Jacobsen, har hann stóð og skarð og segði frá samstundis. Øll ið høvdu hug, fingu høvi at royna at skerða. Tætt hjá var ein fitt krógv, har Eyðun goymdi sítt torv.
Tá vit vóru liðug yviri á Dal, var farið aftur tilgongu til Svínoyar, har vit blivu móttikin í skúlanum til ein góðan frokost, sum Eyðun og kona hansara stóðu fyri. Høvi var eisini at fara inn í kirkjuna, ið stóð skamt har ífrá.
Síðani var farið aftur í Alfa Pilot og inn í Sund. Ein sera góður túrur var at enda komin. Vit sum búðu í Klaksvík vóru við hús um sjey tíðina, men hjá IRF-fólkunum gekkst helst nógv longri at koma til hús, tí onkur vóru komin langa teinin úr Suðuroy.




