Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toskaskræða á frímerkjum

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Posta: Viðhvørt lenda uppgávur á mínum skriviborði, ið fáa meg at sita sum kánus. Kreativ verk, so óvanlig og tó so uppløgd, at man brosandi ristir á høvdinum og mutlar: ”Sjálvandi! Hví havi eg ikki hugsað um hatta fyrr?”

Hesa kensluna fekk eg herfyri, tá Posta heitti á meg um at skriva eina lítla grein um teirra nýggju frímerki, sum – og tað var her eg sat sum kánus – eru gjørd av toskaskræðu.

”Toskaskræða,” hugsaði eg fyri mær sjálvum, ”hvussu sær eitt sovorðið verk út?”

Men mítt ivasemi varð brátt fyri skommum, tá eg sá frímerkini. Tey vóru í grundini sniðgivin sum frímerki flest, við teksti, taksti og einari lítlari skraveraðari tekning av meistaragravørinum Martin Mörck. Men har steðgaði so líkheitin. Á hvørt av frímerkjunum var ein ferhyrntur lepi av toskaskræðu límaður. Slettis ikki gráur og keðiligur, sum eg, skomm at siga frá, hevði óttast. Í staðin var skræðan ótrúliga vøkur og mynstrað – við næstan metalliskum litbrøgdum, ið broyttust alt eftir hvørjum vinkli man sá hana frá. Við at hyggja nærri eftir fleiri dømum kundi eg staðfesta, at øll frímerkini eru ymisk – nakað ið frímerkjaútgevarar annars ansa væl eftir ikki skal henda.

Hvussu er og ikki, so útgevur Posta tey vakrastu frímerkini í september, við skræðu frá toski fiskaður undir Føroyum og skorin á fiskavirkinum Nevið í Runavík. Skræðan er síðani garvað á Atlantic Leather í Íslandi og límað og prentað hjá Cartor í Fraklandi.

Atlantstoskurin (Gadus morhua) er oftast uml. ein metur langur, men kann koma heilt upp á tveir metrar. Hægsta vekt er uml. 94 kilo. Toskurin kann blíva upp til 25 ára gamal.

Toskurin finst báðumegin Atlantshav, frá Novaja Semlja í Barentshavinum, yvir Svalbard og Jan Mayen og oman í Biskayavíkina. Hann finst eisini í Norðsjónum og Eystrasalti. Atlantstoskurin er vanligur á havleiðunum við Føroyar, Ísland og Grønland – og framvið amerikansku eysturstrondini frá Labrador í norði til North Carolina í suðri.

Toskurin er vanliga grábrúnur, gulbrúnur um ryggin og niður á síðuna, við gráum ella brúnum blettum og einari ljósari strípu eftir síðuni. Búkurin er hvítur ella heilt ljósagráur. Toskurin kann tó eisini hava onnur litbrøgd, t.d. myrkabrúnur ella reyðbrúnur, um hann heldur til í tara.

Toskur er eftirspurdur fyri fína kjøtið – serliga føroyski toskurin ið hevur feitari kjøt og ikki so mjølvutur og turrur sum toskur aðrastaðnis.

Hóast tað síðan heimsbardagan ikki hevur verið serliga vanligt at garva fiskaskræðu, er tað eitt aldargamalt kynstur. Dygdin av skræðu er sjálvandi ymisk alt eftir fiskaslagi, men vælgarvað leður av toski, laksi ella steinbíti er ofta sterkari enn vanligt oksaleður.

Støddin á skræðuni hevur gjørt, at hon oftast hevur verið nýtt til minni brúkslutir, sum t.d. skógvar, taskur, pungar og urreimar. Men verða stykkini seymað saman, kann skræðan eisini nýtast í klædnaídnaðinum og til at klæða innbúgv við. Nútímans sniðgevar fáa meir og meira eyguni upp fyri vakurleikanum og praktisku nýtsluni av skræðu – og nýta hana, umframt tað longu nevnda, til eitt stórt úrval av brúkslutum, t.d. smúkkur, belti, bókbinding og myndakollagur.

Tað er ein vaksandi áhugi fyri at gagnnýta fiskin sum best, so komandi tíðina fara vit helst at síggja størri gagnnýtslu av skræðu. Hetta er ikki avmarkað til garvaða fiskaskræðu, men fevnir enn breiðari – í ídnaðarframleiðslu av fiskagelatinu, ið kann brúkast í matframleiðslu líka so væl sum í hátøkni, sum t.d. elektronikki og optikki. Harafturat kunna eggjahvítaevni í skræðuni nýtast í føðiídnaðinum og av heilsuídnaðinum.

Tað eru bara ímyndingarevnini ið seta mørk fyri gagnnýtsluni av okkara ríkastu rávøru, fiskinum. Og beint nú slær Posta í vørr fyri gloymdu dýrgripunum, ið liggja í fjøltáttaðu møguleikunum til gagnnýtslu av fiskinum, við at útgeva serstøk frímerki við teimum vakrastu skræðumynstrum ið hugsast kunnu.