Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tottenham givið enn einum venjara sekkin

Jákup Ósá

Tottenham boðar í dag frá, at Tim Sherwood hevur fingið sekkin.

Tottenham endaði á einum 6. plássi í Premier League í ár. Mitt í kappingarárinum fekk venjarin André Villas Boas sekkin og Tim Sherwood bleiv settur. Men hetta vardi bara árið út, tí nú skal Tottenham, sum seinastu árini hevur skift týtt venjara, aftur seta nýggjan venjara.
Favorittar at taka yvir eru Ajax venjarin Frank de Boer og Southampton venjarin Mauricio Pochettino.