Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tottenham skapti spenning í aftur Premier League

Jákup Ósá

Chelsea sigursrøðin steðgaði og nú er munurin millum Chelsea og flestu av liðunum aftanfyri minkaður.

Tottenham vann dystin 2-0 í einum ferðmiklum dysti. Uppskriftin var tann sama bæði málini. Christian Eriksen sendi innfyri á høvdið á Dele Alli og so var mál. Chelsea var væl við í dystinum, men Tottenham helt teimum fyri tað mesta frá stórum møguleikum. Tað sá út sum eitt sera gott taktiskt trekk av Tottenham venjaranum Mauricio Pochettino at skifta taktikk til eina 3-6-1 líknandi spæliskipan, ið minti um hana, sum Chelsea og Antonio Conte vanliga brúka.

Chelsea er tó framvegis oddalið og tað verður liðið minst eitt umfar afturat, tí 5 stig eru niður til nummar tvey, sum er Liverpool. Manchester City og Tottenham hava 7 stig upp til Chelsea. Síðsta í mánaðinum tekur Liverpool ímóti Chelsea á Anfield áðrenn Arsenal, ið liggur 8 stig aftanfyri Chelsea nú, nakrar dagar seinni vitjar hjá Chelsea.