Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Træbrúgv til Elduvíkar

(Rúni Heinesen)

SIT-næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík eru um at vera lidnir við tað triðju brúnna til Runavíkar kommunu

SIT-næmingarnir á Timburdeildini leggja nú seinastu hondina á verkið. Ein av fyrstu døgunum fara teir til Elduvíkar at seta brúnna upp. Hetta er tann triðja brúgvin, sum Runavíkar kommuna hevur bílagt. Ein stendur í Runavík um ánna, Løkin. Tann næsta er sett upp á Skála og hendan, sum nú er í gerð, skal setast upp í Elduvík.