Tað var ein vøkur sjón, at síggja stóru føroysku bátarnar og træseglskipini, sum Áhugafelagið Dragin hevði savnað til Føroya Sjómannadag í Klaksvík.
At áhugi er fyri farnu fiskitíðini, sást tíðuliga á Sjómannadegnum. Mett verður at eini 10000 fólk vitjaðu á Stongunum leygardagin, og áhugin fyri træseglskipunum var sera stórur, allan leygardagin og náttina við, var sera trongt í teim ymsu lugarunum og harafturat var nógv tos við lúnningarnar og á keiini, um seglskip, seglføring og upplivingar umborð á sluppunum í farnum døgum.
Vit nógv at takka teimum monnum fyri, sum hava staðið aftanfyri varðveitsluna av hesum skipum. Hetta eru sannar perlur í fornfrøði okkara og nú tað ljóðar, at skipini hava í umbúna at stovna eitt landsfelag, fara vit øll at hava møguleikan at hjálpa teimum peningaliga við dagliga rakstrinum.
Hugaligt var at síggja øll seglini koma inn eftir vágni leygarmorgunin og ikki minst, tá tey so fóru uppvísingssigling út aftur á Pollin.
Stóru føroysku bátarnir vóru hugtakandi og snotiligir á at líta og sera áhugavert var eisini at síggja millum annað nýmótans kajakkirnar og aðrar bátar luttaka í aktivitetunum.
Alt í alt eitt sera áhugavert báta og skipashow á Vágni.




