23. juli, tá rættarfundur er settur á morgni, eru gingin tvey ár, tríggir mánaðir og tveir dagar, síðani lagnudagin tá politiið fulkomuliga traðkaði við síðuna av allari skom við áhaldandi at trætast við blaðstjóran á Norðlýsinum, uttan so mikið sum at vilja gera nakra sum helst kanning. Bert pástandur tikin úr leysum lofti. Kanska var stóri syndarin politisturin, ið stóð og krokaði undan lágættarregnunum við Fonnflog. Men als onki skil var á handteringini hjá kvinniliga politistinum, óhøvisk og uttan áhuga í at lurta.
Blaðstjórin kom koyrandi og skriðaði sær í oyranum og hevði als onga telefon í hondini. Haraturat er váttan fingin fyri, at als onki samband hevur verið við nakra fartelefon hjá blaðstjóranum tímar um tað mundi.
Spennandi verður at fáa at vita hvat rætturin fer at siga í hesi søk. Um blaðstjórin verður dømdur, so er tað ein skandala eftir mínum tykki, tí eg hevði als onga telefon í hondini. Tað var heldur ongin orsøk til at hava nakra telefon í hondini, tí telefonin stóð í bluetooth við bilin og var tí stein deyð um tað mundi og harafturat hevði hon ongan forvitnisligan skerm, sum kundi havt lokka blaðstjóran til at lagt 7-kabalu við henni ella eitthvørt annað. Men sjálvandi, tað veit politiið onki um, tí tey tímdu ikki so frætt sum at kanna telefonina.
Um so er, at politiið sleppur burturúr hesi knípuni, so meini eg avgjørt at ferðsluliðið hjá politinum eigur at broyta mannagongd, tí tá hevur politiið fingið rættin at døma ein ósekan bilførara, og líkt fusk hjá politinum eigur ikki at fara aftur við borðinum hjá fútanum.




