Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trætaður til lygn -orrustan er byrjað

Oliver Joensen

Politiið akærdi fyri stuttum blaðstjóran á Norðlýsinum, fyri at tosa í fartelefon ímeðan eg koyrdi bil. – Nú trætast blaðstjórin og politisturin ikki longur, málið er farið upp á hægri støði.

Politiið akærdi fyri stuttum blaðstjóran á Norðlýsinum, fyri at tosa í fartelefon ímeðan eg koyrdi bil.  – Nú trætast blaðstjórin og politisturin ikki longur, málið er farið upp á hægri støði.

Tað fyrsta sum hendi eftir trætitilburðin ímillum Oliver Joensen, blaðstjóra og politistin eftir at politiið hevði staði og lúrt eftir bilførarum við Nólsoyar Pálls Gøtu, var, at blaðstjórin fekk eina bót frá politinum við hóttan um, at vórðu hesar 500,- krónurnar ikki goldnar innan ein ávísan dag, so bleiv málið sent víðari til ákæruvaldið.

Men tað hendi ikki. Eftir at eg hevði latið sum onki, tí eg ætlaði ikki at góðtaka eina bót, sum eg hevði fingið fyri nakað sum eg als ikki hevði gjørt, fekk eg í staðin eina áminning nakað seinni, sum eisini hótti við dómsvaldinum.


Gott útgangsstøði til rættarmál

Ná, nú helt eg tað vera betur at fara at gera fyrireikingar til orrustu í dómhúsinum í Havn. Longu nú havi eg havt nógv órógv av hesum. Umframt at tað oyðileygið mær dagin tá eg var tikin, so mátti eg venda mær til Føroya Tele, sum er veitari av telefonsamskiftinum hjá Norðlýsinum, at biðja teir vátta at onki samband hevði verið við telefonirnar hjá mær. Alt bert tí at politisturin sum steðgaði mær, ikki tímdi at ómakað sær so frægt, at kanna á staðnum, um tað var rætt, sum eg segði, at telefonin hjá mær ikki hevði havt samband við nakran, og at hon stóð í bluetooth sambandi við bilin, tí hevði eg als onga orsøk at taka telefonina í hondina.

Men tað var fyrireikingin. Nú hevur so sakførari mín, Jógvan Páll Lassen, advokatur sent Fútanum soljóðandi skriv:

Omanfyri nevndi hevur fingið sektaruppskot sendandi frá tykkum fyri at hava tosað í telefon í bilinum.

Klientur mín noktars eg sekan og viðleggi eg í hesum sambandi  eisini váttan frá Føroya Tele, sum vísir, at tær telefonir, sum vóru í bilinum, ikki eru brúktar í tíðarskeiðnum, sum skuldsetingin snýr seg um.

Eg fari tí við hesum at biðja um at málið verður slept, og um hetta ikki verður tilfeidi, at málið verður lagt fyri rættin og at undirritaði fær sent tað tilfar, sum politiið hevur í hesum sambandi.

Onki  er at ivast í, at politiið má broyta mannagongd, tá slíkar fellur verða settar upp fyri bilførarum, sum tosa í telefon ímeðan tey koyra. 

Eg helt hondina upp fyri oyrað, tí eg hevði havt trupulleikar við skriða í oyranum, men telefon hevði eg onga í hondini, tað kann eg leggja høvdið á blokkin fyri.

Tað undrar meg at politisturin, sum stóð og krokaði undir horninum á húsunum, har Fonn Flog, skal hava sæð nakað sum helst annað, enn hondina fyri oyrað. Veðrið var vánaligt, kavi og regn og eg sæt í vinstru síðu í bili mínum, imeðan hann stóð einar fimm seks metrar høgrumegin bilin og lúrdi ígjøgnum rútin í høgru síðu.  Útsýnið hjá honum hevur heilt víst verið sera vánaligt.

Politisturin, ið steðgaði mær longur frammi á vegnum, var sera óhøvusk og vildi als onki annað enn træta meg til lygn. Hon hevði als ongan hug at koma inn í bilin hjá mær at kanna nærri um tað sum eg segði var rætt. Eg var sera ovfarin av viðferðini eg fekk. Tá tað gjørdist mær greitt at hon helt uppá sín órætt uttan at hava hug til at kanna nakað sum helst, gjørdist eg fulkomuligha øðrkymlaður. At standa har og trætast ímóti einum politisti kendist næstan sum at hava marruna, tú vart í dýrastu neyð, men fekst onki sum helst gjørt. Um onki vatn kom úr steininum hjá Mósesi á sinni, tá hann slóð á steinin, so hevði hann helst havt somu kendsluna tá, sum eg hevði nú.

Men nú fáa vit at síggja. Stríðið um fartelefon ella skriða í oyranum heldur, sum sær út í skrivandi stund, fram í Føroya Rætti, og tað verður áhugavert at fylgja.

Oliver