Tað er ótrúligt, sum rættarskipanin í Føroyum kann fara lætt um. Eg var skuldsettur fyri at tosa í telefon ímeðan eg koyrdi bil. Tað gjørdi eg als ikki, men í nærum tvey ár hekk skuldsetingin oman yvir mær, áður enn eg slapp at greiða rættinum frá míni søk.
Eg hevði tvinnar fartelefonir í bilinum, onnur í lummanum og hon lá á gearboksini við bluetooth sambandi við bilin. Váttan frá Føroya tele hevði eg við í rættin, sum segði at samband hevði hvørki verið til ella frá hesum báðum telefonunum hendan morgunin. (Hetta vóru ikki smart telefonir). Og alíkavæl tapti eg, tí dómarin segði at eg kundi havt eina triðju telefon ???
So vísur var eg at vinna hetta málið, at eg faktiskt gjørdist púra bilsin av dóminum. Akærin var somikið “vinarligur” at hann lækkaði bótina frá 500 krónum og niður í 250 krónur, tí ákæran hevði hingið so leingið yvir mær. Hinvegin so skuldi eg gjalda einar 4000 krónur í sakarmálskostnað, so 250 krónur muntu lítið, kendi tað heldur sum eitt spark til mín afturat.
Aftaná hava vit gjørt royndir á staðnum har eg koyrdi bilin framvið politimanninum sum myndaði felluna hjá politinum, og øll siga tað sama, sum hava staði har og royndarhugt: “Politisturin hevur als ikki sæð um eg hevði eina telefon ella ikki”.
Eg tók mær til oyrað tá eg koyrdi framvið, tí eg hevði eitt sindur av skriðja har og tað var tað, politisturin sá meg gera, restin er púrsta uppspinn frá hansara síðu.
Sjálvt um bert ein politimaður stóð og lúrdi, so var einki at gera hjá mær, dómarin kundi eftir øllum at døma ikki hugsa sær ein politist, ið gjørdi ein feil.
Vit royndu at apellera, sum tað eitur, men tað sluppu vit ikki, tí bótin var undir 1000 krónur var sagt, og tá bótin er so lítil, sleppur tú ikki at apellera.
Í kontantum peningi havi eg goldið eitt stað ímillum 4 og 5000 krónur, so í so máta hevur tað kosta mær nóg mikið av peningi, Harafturat havi eg verið ákærdur í heili tvey ár uttan rættargongd og tað er ikki nøktandi.
Nú hava fleiri lesarar gjørt meg varðugan við eina grein í FDM blaðnum, har bilførarar í danmark vera fríkendir um teir hava handsfree í bilinum. Eg kenni meg fulkomuliga láturligtgjørdan og reyvrendan av Føroya Rætti, – eg helt at í minsta lagið ivi, skuldi komið mær til góðar, men tað gjørdi hann ikki.
Lesið greinina í FDM blaðnum her niðanfyri:




