Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trætaður til lygn

Oliver Joensen

Heili tvey ár eru gingin, síðani ferðsluliðið hjá politinum spældi cowboy við Fjósabrekkuna í Klaksvík og tók ein púra ósekan blaðstjóra á Norðlýsinum og ákærdi hann fyri at hava tosað í telefon ímeðan hann koyrdi.

Heili tvey ár eru skjótt gingin, síðani ferðsluliðið hjá politinum spældi cowboy við Fjósabrekkuna í Klaksvík og tók ein púra ósekan blaðstjóra á Norðlýsinum og ákærdi hann fyri at hava tosað í telefon ímeðan hann koyrdi.

Hetta hendi 21. mars 2013. Um støðuna er stutt at siga: Eg hevði verið í arbeiðsørindum á keiini við myndatólinum og skuldi norður á KSS. Komin fram ímóti Fjósabrekku, bleiv eg steðgaður av politinum. Eg hevði, sum vera man myndatólið í bilinum, so áðrenn eg skrúvaði rútin niður, gav eg mær góðar stundir, gjørdi myndatólið klárt, tí eg hugsaði, at her kundi eg kanska fáa eina søgu til heimasíðuna hjá Norðlýsinum, um hvussu nógvir bilførarar vóru steðgaðir og hvørji brot politiið hevði sæð. Tað kom mær ongantíð til hugs at eg skuldi blíva ákærdur fyri nakað sum helst.

Eg vant rútin niður og í sama viðfangi tók eg eina mynd. Hetta hevur helst fingið sinnið í kók hjá politistinum, tí hon var hvørki at høgga ella stinga í eftir hetta. Við súrari minu spurdi hon um eg hevði koyrikort. Jú tað hevði eg. So sigur hon at eg hevði tosað í telefon ímeðan eg koyrdi. Eg tók tað lætt og segði, at tað hevði eg ikki, men tá eg hugsaði meg um, so hevði eg havt eitt sindur av trupulleika við skriða í høgra oyra, og segði at eg hevði havt hondina upp at oyranum. Men tosa í telefon hevði eg ikki.

Tað vildi politisturin ikki góðtaka. Hon rýmdi so frá mær, at tosa við ein annan politist, ið hevði staði undir norðara veggi hjá FonnFlog og lúrt eftir ferðsluni.

Sigast skal her, at veðrið var vánaligt hendan morgunin, eitt surk av suðuri við kavaslettingi og regni.

Aftaná fundin við starvsfelagan kemur hon aftur og sigur: ”Jú, tú hevur tosa í telefonini”.

Eg segði nei. Telefonin hjá mær stendur í Bluetooth sambandi við bilin, so tað nyttar ikki hjá mær at taka telefonina ella halda hana fyri oyrað, tí hon virkar stein deyð. Men tað vildi hon ikki góðtaka: ”Hygg, hon liggur har í øskubikarinum, og tú hevur tosað í telefon ímeðan tú koyrdi, tú fært eina bót”. Nei, segði eg, tað góðtaki eg ikki. ”So verður tú noyddur at møta í rættinum”.


Ótrúliga vánaligt handverk

Síðani fekk eg eina bót sendandi. Hana vildi eg sjálvandi ikki gjalda. So fekk eg hóttan frá politinum um rættarmál, tað sendið eg til sakførara mín og hann gav boð um, at eg vildi ikki gjalda, og nú, næstan tvey ár seinni, fyri tveimum mánaðum síðani, júst afturkomin úr Danmark eftir eina eygnaskurðviðgerð, ringdi Jógvan Páll Lassen og segði at hann hevði fingið boð um at politiið hevði sent sakina niðan í rættin og at eg skal møta. Samstundis vil ákærin hava teir báðar politistarnar til vitnis.

Tað verður spennandi. Men enn havi eg so ikki fingið dag og tíma frá rættinum nær sakin kemur fyri. 21. mars vóru liðin tvey ár síðani hendingina við Fjósagøtu. Tað vil siga at eg havi verið undir ákæru í meira enn tvey ár nú. Hvussu leingi eg afturat skal bíða til rætturin verður settur veit eg einki um.

Eg veit bara eitt, og tað er, at vinnur ferðslupolitiið hesa sakina, so hava bilførarar als ongan møguleika í slíkum førum. Politiið hevur so vánalig prógv at ein skal leita leingi eftir einum slíkum glantrileiki sum fór fram hendan dagin í Klaksvík.

Fyri tað fyrsta stóð tann eini politisturin og krokaði og lúrdi undan vegginum hjá Fonnflog, regn og vátaslettingur, eg trúgvi, tað er bara mín pástandur, at hann hevði als ongan møguleika at síggja um eg hevði nakað sum helst í hondini.

Harafturat bjóðaði eg kvinnuliga politistinum at koma inn í bilin og hyggja eftir, um telefonin hjá mæ veruliga var deyð, sum eg segði, men tað tímdi hon ikki, hon stóð bara við sítt uppáhald. Í rættinum verður hon helst noydd at greiða frá, hví hon var óviss í síni søk og mátti hava fund við samstarvsfelagan áðrenn hon aftur legði á meg.

Eg kann gott siga tykkum. At eg veit væl at hetta er ein stuttlig søga, ein søga, ið lítið hevur uppá seg í so máta. Talan er bert um eina bót uppá 500 krónur, eg havi fingið størri revsing enn tað í ferðslu høpi áður.

Men at sita har og verða trætaður til lygn. At framhaldandi at vera trætaður av politinum, til at játta nakað sum tú als ikki hevur gjørt, tað er ongin stuttleiki í sær sjálvum. Tað var ein óhugnalig kensla, tí hetta var ikki hvør sum helst, hetta var lógarinnar longdi armur sum stóð har og leyg beint upp í andlitið á mær, og tað skal ikki aftur við borðinum uttan nakað.

Ein dagin, haldi at tað var beint eftir nýggjár, tá ringdi sakførari mín til mín og segði, at eg helst slapp undan hesi sakini, tí hann hevði tá gjøgnumgingið nakrar sakir og hevði sæð, at sakin hjá mær var um at blíva fyrnað.

Eg segði at tað var ólukksáligt, tí eg ætlaði ikki at politistarnir skuldu sleppa undan rættarsakini. Eg fór tá at hugsa um at stevna. Men tíbetur stutt eftir ringdi sakførarin aftur og segði at nú var sakin farin niðan í rættin. So nú er hjá mær bara at bíða til eg verið innkallaður.

Harleywoodpaint