Føroyskur politikkur er skemtiligari enn politikkurin í øðrum londum, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Føroyskur politikkur er skemtiligari enn politikkurin í øðrum londum. Tað hevur 266b málið prógvað. Danska heimastýrissystemið tolir ikki trýst, sær tað út til. Ongin væntaði, at málið fór at vera atkvøtt ígjøgnum, tí hava skipan, flokkar og tingmenn slongst sum tonglar í brimi síðani. Næstseinast málið var til viðgerðar atkvøddu 12 fyri og 19 ímóti. Tí skuldi ongin vandi verið á ferð hesaferð. Hildu mótstøðumenninir. Politikkur snýr seg tó eisini um at fortjekka, og mótstøðumenninir í samgonguni høvdu ríkiligt høvi at skipa seg og at manna seg og gera málið til eitt samgongumál, eitt kardinalmál, men hesa loysnina valdu Alfred, Gerhard, Marius & Co. ikki at royna. Tá mistu teir tey fyrstu poengini. Málið kemur síðani til aðru viðgerð, og nú kemur speril í hjá fundamentalistunum. Tað óvæntaða hendir, at ein tepur meiriluti er fyri uppskotinum hjá Finni og Annitu. Harvið livir málið, ímóti øllum odds, víðari í skipanini. Nú eru góð ráð dýr. Trýstið á ja-fólkini var gigantiskt. Alfred og teir undirmettu støðuna, skiltu kanska ikki, at sjálvt hin størsta vendikápan ikki fær saðlað um, tá eitt holdningmál sum hetta longu er komið til skarpskeringar. Framvegis var eitt eventuelt trýst á samgonguleiðaran, Jóannes Eidesgaard, tað einasta sum kundi bjarga teimum støðuna. Henda leiðin var eftir øllum at døma ikki roynd, og var hon tað, so prógvar úrslitið, at hesir menninir als ikki verða tiknir fyri fult í samgonguni kortini. Í nakrar dagar lá politiska skipanin í eini orkan, misti róðrið og harvið róðurkraftina. Karsten gjørdi bart, segði seg frá sum politiskur næstformaður og tók seg úr tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, tó sigst at hann framvegis er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag. Harvið er hann framvegis organiseraður tjóðveldismaður. Tann støðan er til at skilja, maðurin er framvegis tjóðveldismaður í botn og grund, trupulleikin er bara hesi marginalu málini, sum liggja á markinum ímillum andaliga og politiska lívið. Tá ein óskrivað samtykt er, at menn og kvinnur atkvøða eftir egnari sannføring í slíkum málum, er væntandi, at hesi sárini fara at grøða saman aftur, áðrenn flokkurin fer undir uppstillingina í heyst, til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 19. januar 2008. Veljarin hevur ikki hartað flokkin fyri støðu hansara, tvørturímóti, tað vísir veljarakanningin, og so mikið størri er sannlíkið fyri, at Karsten Hansen verður valdur á ting aftur fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum. Málið við Alfred Olsen er hinvegin tragikomikkur, tá hann er bestur. Fyri tann skuld kundi Dario Fo havt skrivað manus – handritið. Magin kemur upp undir barkakýlan á honum, tá hann kemur við ferð upp úr myrka dýpinum og sendir tjóðini tíðindaskrivið, har hann boðar frá, at hann ikki longur stuðlar samgonguni, tí at samgongan hevur hjálpt Finni og Annitu at atkvøtt 266b ígjøgnum á tingi. Men er hetta nú veruleikin, og hvussu stendur málið hjá Alfredi í mun til samgonguna og hinvegin Sambandsflokkin? Veruleikin er, at ongin broyting hendi í teimum báðum flokkunum, Javnaðar- & Fólkaflokkinum, frá næstseinast til seinast hetta málið var uppi. Fullkomið status quo. Harvið kann hann ikki skjóta seg undir, at hesir báðir flokkarnir eru trupulleikin. Als ikki. Hetta er tómt tos og ein himinrópandi undirmeting av føroyska veljaraskaranum. Trupulleikin úr hansara sjónarhorni finst bara í Sambandsflokkinm, sum Alfred var og er politiskur næstformaður fyri. Í hansara næstformanstíð er tað bara broytta støðan í Sambandsflokkinum, sum ber málið ígjøgnum, soleiðis at tað verður samtykt. Orsakað av broyttu støðuni hjá Edmundi Joensen, Johan Dahl og Olav Enemoto, ið høvdu valt at saðla um, táið teir atkvøddu fyri broytingini í antidiskriminatiónslógini, og bara á henda hátt, við hesum skiftinum í sambandinum, fekst meiriluti fyri uppskotinum, soleiðis at tað kundi ekspederast sum samtykt frá tinginum. Nú kom Alfred at standa í somu støðu sum maðurin, ið hevði gjørt í buksurnar, og vónaði at alt fór at javna seg við tíðini. Soleiðis er politikkur tó ikki samanskrúvaður. Nú høvdu tey flestu væntað, at hann fór at krúpa til krossin, eftir at Kaj Leo hevði víst seg sum ein mann, og sett tummilskrúvurnar undir bókslini á honum. Tað hendi ikki, hann heldur nú aftur fast við óskiljandi upprunastøðuna. Fyri at kunna halda fram sum limur í tingbólki Sambandsfloksins, fyri at kunna halda fram sum næstformaður í tingbólki Sambandsfloksins og fyri at kunna halda fram sum politiskur næstformaður í Sambandsflokkinum heldur hann fram við at kasta torvmold í høvdið á føroyingum. Júkar uppí saman, at hinir báðir samgonguflokkarnir hava forbrotið seg ímóti honum og kristna grundarlagnum, hóast hesir ikki hava vikað seg ein tumma yvirhøvur, hvørki fram ella aftur. Tað er bara Sambandsflokkurin undir m.a. hansara leiðslu, sum hevur broytt støðu. Tí er hetta størsta fals og egotripp í nýggjari føroyskari politiskari søgu. Var nakar maður í Alfredi, tá gjørdi hann bart, segði álitissessirnar frá sær í sambandinum, segði seg úr tingbólkinum og í ytsta konsekvensi tók hann seg úr Sambandsflokkinum, sum er gingin ímóti øllum tí, sum hann sigur seg at standa fyri, og stevnuskránni, ímeðan hann sjálvur hevur sitið sum partur av leiðsluni. Maðurin mátti kent hetta sum bakbit, og sum ringastu undirgraving av hansara áliti sum næstformanni. Taburettvarmin er honum tó ov flógvur. Hann hugsar bara egoistiskt, felagsskapurin í flokkinum er honum týdningarleysur, kortini ikki tá tað ræður um at halda fast um sítt egna status á politisku rókini. Sleppur hetta sirkusið at halda fram, so gongur ikki long tíð, og tað eru 32 flokkar á tingi. Øll floksdisiplin er við at fara fyri bakka. Tí er tað av alra størsta týdningi, at Kaj Leo og Høgni stramma upp í rekkjunum nú, og krevja umval av løgtingsnevndum. Teir sita við lyklinum, og hava ábyrgdina av, at flokkaskipanin í heila tikið hevur eina framtíð í Føroyum. Hóast tað kann tykjast hart og brutalt, so má atburður sum hesin fáa avleiðingar, líkamikið um man er samdur við Karsteni og Alfred, ella ikki. Vónandi tosa hesir báðir formenninir saman, og fáa føroyskan politikk á beint aftur. Tað megna teir, um teir vilja, og vit eru mong, sum í hesum døgum seta okkara álit á teirra næstu fet í prosessini. Opportunistunum í Miðflokkinum so líkt, so bjóða teir nú bæði Alfredi og Karsteni upp í flokkin. Hvørjum felagsmálum hesir báðir skula berjast fyri í sama flokki, ja, tað kann bara hin góði Guð vita. Annar við fullari ferð fram í fullveldið, ímeðan hin bakkar við ferð aftur í amts- og ella Gablatíðina. Har kemur í hvussu er at standa nógv á politiska gearkassanum, sum alrahelst kemur upp ígjøgnum kardanboksina og sótar umhvørvið til ókenniligheit. Tá skuldi man verið fluga og sæð glómurnar í fjesunum á Billinum og Jenisi. Bara hendan scenan er meira tragikomisk, enn atburðurin hjá tingmanninum av Toftum, ið tykist umboða heimamissiónina meira enn Sambandsflokkin í Eysturoy, soleiðis, sum hann higartil hevur háttað sær.




