Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Transfer deadline day”: Norðlýsið fylgir gongdini

Jákup Ósá

Eins og vanligt, so fylgir Norðlýsið neyvt við flytingunum í Effodeildini. Seinasta freist at skifta felag er á midnátt. Dagført kl. 20.45 við Víkingi.

Eins og vanligt, so fylgir Norðlýsið neyvt við flytingunum íEffodeildini. Seinasta freist at skifta felag er á midnátt. 

 

 

Norðlýsið gjørdi nógv burturúr “Transfer deadline day” báðuferðir hesir dagar vóru í 2012. Á seinasta degnum ringja vit runt til øll feløgini, ið plaga atvera beinasom og svara erligt. Í mars 2012 var stóra skiftið András Gángó, táhesin skifti til KÍ beint áðrenn midnátt. Á sumri var stóra skiftið seinastadagin, at Viljormur Davidsen skifti til NSÍ.

 

 

Kl. 09.41:Magnus Jørmundsson (Formaður í ÍF)

Magnus Jørmundsson, nýggjur formaður í ÍF, sigur við Norðlýsið í morgun, ateingin flyting hvørki út ella inn verður gjørd í ÍF í dag. Hann væntar, at Clayton Soares færloyvini í ordan hesa vikuna og verður tí mest sannlíkt við móti 07Vestur Skírishósdag. Hópurin hjá ÍF er annars endaligur. Einasta ivamál er um, hvussu verður við Frank Poulsen vegna skaða. 

Kl. 12.51: Heðin Jørgensen (Formaður í 07Vestur)

Formaðurin í 07Vestur sigur, at heldur ikki har vesturi  era broytingar gjørdar í dag.

– Vit hava spent bogan og miðja eftir at endað nummar átta ella hægri. Í Effohópinum vera ongar broytingar í dag. Eingin leikari kemur og eingin fer. Ein ynskir altíð meira styrk, men tað fíggjarliga er eisini avgerandi partur í hesum, sigur Heðin Jø’rgensen við Norðlýsið.

Kl. 14.30: Sámal Ímundarsson (Formaður í B36)

Í B36 skal okkurt heilt óvæntað henda í kvøld, um nøkur flyting skal fara fram.

– Vit hava allatíðina eyguni opin fyri møguleikum, men tað skal okkurt heilt óvæntað henda, um nøkur broyting skal blíva framd hjá okkum áðrenn midnátt. Vit eru væl nøgdir við okkara hóp og byrjanina sum heild. Men málið er framvegis at koma út í Europa at spæla næsta ár, sigur Sámal Ímundarsson, ið sostatt ikki væntar nakra broyting í dag.

Kl. 15.57: André Dalfoss (Formaður í TB)

Formaðurin í TB sigur, at har suðuri verður eingin broyting á seinasta degnum. Teir hava tó leysgivið ein leikaar í dag.

_ Gunleif Olsen hevur í dag flutt spæliloyvið til 07Vestur, men hetta skiftið hava tey flestu vita í langa tíð. Annars eru vit nøgdir við hópin og halda okkum hava ein betri hóp enn í fjør. Tó er tað keðiligt, at vit í løtuni hava mist av av okkara bestu leikarum í fjør, ið var Hanus Mortensen. Vit vóna, at hann kemur við aftur seinni í ár. Annars er eingin ivi um, at eg eri vónbrotin av úrslitunum higartil, men eg trúgvi at frágreiðingin uppá hetta fyrst og fremst finst í, at vit ikki eru nóg væl samanspældir, sigur André Dalfoss, ið framvegis ikki ivast í, at TB fær eitt betri úrslit í ár enn teir fingu í fjør.  

Kl. 17.24: Sjúrður Olsen (Formaður í FC Argir)

Hjá argjamonnum er styrkur ávegis. Men ikkif yrr enn í juni, váttar formaðurin í FC Argir.

– Alex Mellemgaard er í løtuni nirði í Danmark. Hann kemur heim í juni og verður tá partur av okkara hópi. Samstundis verður Rógvi Poulsen heilt skjótt klárur aftur og hesir báðir koma at styrkja nógv um okkara hóp. Annars hava vit verið óhepnir við skaðum í serliga verjupartinum og seinast breyt verjuleikarin Rói Danielsen armin og er sostatt úti næstu vikurnar. Keita er frískur, men er als ikki í venjing enn, men hann hevur eitt programm, ið vónandi ger hann kláran um eina tíð. Annars eru vit vøl nøgdir við byrjanina. Í Fuglafirði burdu vit vunnið. Meðan burtursæð frá fyrstu løtuni móti HB, har eg ikki veit hvat hendi, so sá ikki so galið út heldur í tí dystinum. Annars ger AB ongar broytingar í hópinum í dag, sigur Sjúrður Olsen við Norðlýsið.

Kl. 18.32: Kinna F. Olsen (Forkvinna í NSÍ)

Forkvinna í NSÍ sigur, at tað hevur verið og verður ein friðarligur dagur við Løkin.

– Hjá okkum er eingin broyting farin fram í dag og vit arbeiða ikki við nøkrum, so hópurin er endaligur. Viðv. Pól Jóhannus Justinussen, so hava vit avtlau við hann um, at hann altíð sleppur avstað, men seinast eg tosaði við hann, so hevði hann einki frætt afur frá íslendska felagnum, so hann spælir fyribils við NSÍ. Hóast vit hava tapt teir báðar fyrstu dystirnar, so eru vit væl nøgd við spælið báðar dystirnar so vit fara ikki at fella í fátt eftir tveimum umførum, men hava framvegis gott mót, sigur Kinna F. Olsen við Norðlýsið.

Kl. 18.57: Sigvald Zachariassen (Formaður í EB/Streymi)

Nývaldi formaðurin hjá EB/Streymi var ógvuliga róligur, tá Norðlýsið hitti hann í kvøld.

– Hjá okkum vera heldur ongar broytingar. Tað einasta “nýggja” er, at Levi Hanssen lendur í Føroyum legardagin 30.mars og verður partur av hópinum eftir tað. Tá haldi eg eisini at vita fara at hava eitt gott lið og spyrt tú meg, so haldi eg at tú vit fáa allar mans tøkar, so hava vit eitt lið, ið kann stríðast um FM heitið, sigur Sivald Zachariassen, ið sær EB/Streym og KÍ sum bestu boðini uppá ein FM vinnara í løtuni.

Kl. 20.14: Finnbogi Arge (Formaður í HB)

– Vit hava ikki flutt nøkur spæliloyvir í dag og hava heldur ikki arbeitt við broytingum seinastu tíðina. Vit eru væl nøgdur við hópin og hóast vit kundu ynskt okkum at vunnið báðar dystirnar higartil í ár, so eru vit nøgdir við byrjanina, sigur Finnbogi Arge í stuttari viðmerking í kvøld.

Sostatt bendur alt á ein óvanligan friðarligan seinasta dag áðrenn flytingargluggin letur aftur fyri sáttmála leikarar í Føroyum. Menn enn mangla vit at fáa viðmerkingar frá Víkingi og KÍ.

Kl. 20.46: Ólavur Thomsen (Úr Effonevndini hjá Víkingi)

– Vit eru væl nøgdir við okkara hóp og tí eru ongar broytingar heldur framdar í dag, var stutta viðmerkingin hjá Ólavi Thomsen í kvøld.

Kl. 20.50: Jóhann Lutzen (dagligur leiðari hjá Effonevndini í KÍ)

Norðlýsið fekk orðið á Jóhann fyrr í dag og tá segði hann í stuttum, at ongar broytingar vóru væntandi, tí teir arbeiddu ikki við nøkrum og vóru væl nøgdir við hópin. Seinni í kvøld hava leysa søgur gingið um, at onkur lokalur leikari skuldi vera sinnaður at flyta til KÍ, men tað er neyvan hald í søgunum tó at tað ikki hevur eydnast at fáa viðmerkingar frá leiðaranum seint í kvøld.

Sostatt kunnu vit taka samanum, at tað neyvan áður hevur verið so friðarligt á seinasta degnum áðrenn freistina hesi seinastu árini. Í onkrum einstøkum felag er okkurt spæliloyvið flutt og onkur leikari er staðfestur at skifta seinni i ár, men annars er lítið og einki hent.

Harleywoodpaint