Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tre Fiori-KÍ: Ein ikki við og ein ivasamur

Jákup Ósá

Í kvøld hevur KÍ seinastu venjingina undan seinna Europa League dystinum.

Myndirnar eru frá venjingini í gjárkvøldið. Hjá KÍ eru teir flestu klárir. Óli Ey. Poulsen er framvegis ikki tøkur, meðan Torbjørn Grytten er ivasamur eftir, at hann fekk ein snudd undur venjing fyrr í vikuni. Koma allir hinir ígjøgnum venjingina í kvøld, so eru allir leikararnir tøkir, sum spældu seinasta dyst, tá KÍ vann 5-1.

 

Veðrið er gott í San Marino og hitin kann blíva ein avbjóðing, tí tað er munandi heitari, kanska eini 30 hitastig um dagin, enn undir vanligum umstøðum í Føroyum.

 

Dysturin hóskvøldið byrjar kl. 19.45.