Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treysti 7 íðkarar við í DMU innandura

John William Joensen

Í gjár fór ferðalag við sjey ungum íðkarum úr Treysti, til Danmarkar har tey skulu kappast í DM fyri ung innandura, sum aftur í ár fer fram í Sparbank Arenaí Skive. Kappingarnar byrja í morginári kl. 10.00 og halda fram til kl. 19.30og byrja aftur sunnudagin kl. 9.00 og halda fram til  umleið kl. 18.30.

Teir sjey íðkararnir eru: Julian Gregersen, GunnarSivertsen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstøog Birita Ryan. Tey stóðu seg øll væl í Íslandi fyri kortum, og nú skulu tey sokappast ímóti teimum bestu í Danmark.

Undanfarin ár hava bert rennarar úr Treysti luttikið í DMU,men hesaferð eru eisini ein kastari og ein loypari við og er hetta eisinifyrstu ferð at heili sjey íðkarir eru við. Fyri at tryggja sær luttøkurætt krevst,at ein er í topp 18 í Danmark í sínum aldursbólki. Vónir eru um persónlig met,men onkur íðkari liggur ovarlaga á ranglistanum, og gongst væl, so eru avgjørtmøguleikar fyri onkrum heiðursmerki.

Skráin hjá teimum sær soleiðis út (før.tíð):
Leygardagin 5. Mars
09.30     Kúlustoyt ge. 14-15Óluva Allansdóttir Joensen
13.00     800m ge. 14-15OddvørJosephsen og Maria Biskopstø
13.45     800m dr. 14-15         HansSivertsen
14.15     800m dr. 18-19      JulianGregersen
16.00     Trístøkk ge. 14-15 Birita Ryan         
18.15     3.000m dr. 16-17  Gunnar Sivertsen

Sunnudagin 6. Mars
11.00     Longdarlop ge. 14-15Birita Ryan
13.15     1.500m ge. 14-15             Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø
14.10     1.500m dr. 16-17             Gunnar Sivertsen
14.25     1.500m dr. 18-19             Julian Gregeresen
15.00     Hæddarlop dr. 14-15       Hans Sivertsen

Á hesi leinkjuni ber til at fylgja við hvussu gongst teimum: DMU innandura 2016