Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Treysti: Børnini byrja innandura í morgin

Treysti

Í morgin byrja innandura venjingarnar hjá Treysti fyri børn og vaksin

Venjari hjá børnunum verður Gunnar Sivertsen. Týsdag fara tey størru børnini (f.2011 ella fyrr) at venja/læra seg tær ymsu greinarnar innan frælsan ítrótt, sum eru renning, lop og kast. 

Í mai mánað komandi ár byrja kappingarnar í frælsum ítrótti á breyt og tá er málið at nøkur av børnunum, sum hava luttikið í innanduravenjingunum fara at royna seg í kapping á breyt.

Tey smærru børnini (f.2012 ella seinni) venja fríggjadag og tá fer Gunnar at fáa hjálp frá Vibeku Sivertsen. Hjá teimum smærru børnunum verður talan um at venja við atliti til frælsan ítrótt og samstundis hava tað stuttligt.

Hjá teimum vaksnu verður nøkunlunda sami leistur sum seinasta vetur. Kostnaður fyri veturin er fyri børn er kr. 200 og fyri vaksin kr. 500.

Venjingartíðirnar fyri veturin 2018/2019:

Týsdag kl. 17-18  Skúlabørn f.2011 ella fyrr – innandura (Frælsur Ítróttur) (byrjað 23. okt.)
Týsdag kl. 17-18  Vaksin (evt. stuttur joggitúrur uttandura áðrenn innanduravenjing)
Týsdag kl. 18-19  Vaksin innandura (byrjað 23.okt: Upphiting-Styrkivenjing-Renning-Avjogg)

Hósdag kl. 18-19.30  Vaksin uttandura – Intervallir/fartleg

Fríggjadag kl. 16-17  Børn (f.2012 ella seinni) innandura (byrjað verður 26. oktober)
Fríggjadag kl. 17-18  Vaksin innandura – Sirkulvenjing (byrjað verður 26. oktober)

Sunnudag smb. avtalu Vaksin uttandura – langan túr