Treysti hevur tikið stig til spennandi ítróttartiltak á nýggju rennibreytini – Guttabreyt.
Fyri kortum varð rennibreytin fyri fyrstuferð nýtt til kapping í frælsum ítrótti. Tað gekk ómetaliga væl at avgreiða kappingina, hóast veðrið ikki var av tí besta.
Nú fer Treysti undir at skipa sínu egnu kapping í færlsum ítrótti fyri børn í aldrinum 7 til 13 ár. Við nýggju umstøðunum kann hetta nú lata seg gera, og verður tað vónandi nógv fólk, ið nýta møguleikan.
Í samband við Treystileikir, ið tiltakið eisini verður kallað, verður á middegi bjóða ein máltíð og eisini fáa fáa brønini frukt og okkurt at drekka áðrenn farið verður heim.
Til ber at melda seg til, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:
Seinast freist at melda til er 1. juli.
Tað eru bert 50 pláss tøk, so tað ræður um at skunda sær.



