Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tridente bíðar

John William Joensen

Argentinski álopsleikarin Jonathan Tridente verður ikki partur av KÍ-hópinum, skrivar KÍ í tíðindaskrivi í morgun

Felag hansara Los Andes vil ikki leysgeva Tridente, tí teir berjast um uppflyting í løtuni. Tridente hevur verið ein týðandi leikari hjá Los Andes seinastu árini, har hann hevur skotið nógv mál.

Aksel Johannesen, nevndarformaður í Sp/f KÍ sigur, at umboðsmaðurin hjá Tridente hevur sagt, at felagið vil ikki sleppa honum. Aksel sigur tó, at møguleiki er fyri at Tridente kemur at leika fyri KÍ eftir summarsteðgin.

Ístaðin hevur KÍ gjørt munnliga avtalu við ein brasiliumann, ið kallast Anderson. Anderson er álopskendur miðvallari. Hann hevur spælt við Vasco da Gama, men hevur verið útleigaður til felag í lokalu Rio de Janeiro-deildini. Meira verður at frætta um hendan mannin seinni.

Evstamark fyri at knýta nýggjar spælarar at felagnum er fríggjakvøldið 22. februar.