Premier League: Triðja umfar í PL fer verður hetta vikuskiftið. Burnley tekur ímóti Manchester United klokkan 12.45 og nógvir aðrir spennandi dystir eru í dag og í morgin. Seinni í dag bresta Everton og Chelsea saman.

Tann harðasta fótbóltskappingin í heiminum er veruliga farin í gongd, bæði á vølli og uttan fyri vøllin. Undan hesum triðja umfarinum í PL, hevur enskur fótbóltur skrivað søgu við keypinum av Angel Di Maria, sum Manchester hevur keypt fyri oman fyri eina hálva milliard krónur.
Angel Di Maria byrjar nevniliga inni í dag. Dysturin er farin í gongd og Norðlýsið fylgir dystinum. Fær United sín fyrsta sigur í hesum kappingarárinum? er tann brennandi spurningurin. – Burnley hevur longu havt skot á tvørtræið og verjan hjá United er byrjað, har sum hon slepti ímóti MK Dons í farnu viku.
Spurningurin er eisini, um Chelsea megnar at halda góðu gongdini ímóti Everton.
Dystir í 3. umfari í PL:
Í dag:
Burnley – Manchester United
Manchester City – Stoke
Newcastle – Crystal Palace
Queen Park Rangers – Sunderland
Swansea – West Bromwich
West Ham – Southamton
Everton – Chelsea
Í morgin, sunnudagin:
Aston Villa – Hull
Tottenham – Liverpool
Leicester – Arsenal