Í dag hittast tríggir brøður, sum yvirmenn umborð á einum av heimsins mest framkomna seismikkskipi. Tað eru tríggir Leivsgarðbrøður, ið allir eru navigatørar. Skipið er Geo Challenger, sum í løtuni liggur út fyri Congo í Vestur Afrika.
Talan er um brøðurnar Poul, Jóannes og Jon Leivsgarð, ið allir hittast á brúnni á Geo Challenger í dag.
Teir slitu sínar barnaskógvar á Tvøroyri, men fluttu til Klaksvíkar í 1964, og fóru allir til skips á ungum árum. Poul, sum er yvirstýrimaður umborð á seismikkskipinum, var á Flemmish Kap við Norðalduni í 1969 við Andras skarðenni, sum skipara.
Jóannes, sum nú er skipari á Geo Challanger, var á Flemmish Kap við Hans Erik í 1972 við Mortani Olsen, sum skipara og Jon var á Flemmish Kap við Norðalduni í 1975 við Gunnar í Fuglafirði sum skipara. Allir tríggir brøðurnir hava útbúgving sum skipsførarar og harafturat hevur Poul eisini lisið skipsverkfrøði á DTU Lyngby í tíðarskeiðinum 1998 til 2002. Jon og Jóannes búgva báðir í Klaksvík, meðan Poul býr í Danmark, men er farin at hugsa um at flyta heimaftur.
Hittast allir tríggir
Poul Leivsgarð, yvirstýrimaður sigur við Norðlýsið, at umborð á Geo Challenger er sera gott internetsamband og tí eru teir títt og ofta inni á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Tá vit frættu um, at Jon skuldi koma umborð til okkara sum avloysari, hildu vit tað vera stuttligt at siga Norðlýsinum frá, tí neyvan er hetta ein vanlig hending, at tríggir brøður hittast á somu brúgv úti í heimi. Hetta er fyrstu og einastu ferð vit allir eru mynstraðir í senn umborð á sama skipi.
Hetta er eitt norskt skip og eitt av heimsins mest framkomnu skipum innan seismikkøkið. Aftaná hendan túrin, fara vit hvør til sítt, hvør við sínum norskum reiðaríið.
Um lívið her umborð
Vit sigla 1 til 1, tað vil siga at vit eru 5 vikur umborð og síðani 5 vikur heima. Manningin telur um 50-55 menn og kvinnur umborð í senn, harav 3 føroyingar. Umframt okkum báðar, sum hava verið fastir, er 2. stýrimaðurin eisini føroyingur, Høgni við Rætt úr runavík.
Vit hava verið í India teir seinastu 6 mánaðirnar og eru í løtuni í Vestur Afrika, út fyri Congo og ætlanin er at skipið skal verða her í eitt ár afturat. Vit arbeiða saman við Thor Supporter, frá Thor í Hósvík. skipið hjá okkum fer ikki til lands, Thor Supporter siglir aftur og fram til Point Noire eftir neyðugum brúksvørum, so sum olju, provianti og øðrum. Manningin verður vanliga skift við tyrlu.
Vit hava sum sagt internetsamband umborð, so teir á Thor supporter vera dagliga uppdateraðir um tíðindi heiman, ikki minst úr Norðlýsinum.
Um okkum
tríggjar er annars at siga, at eftir hendan túrin skal Poul starvast 10 mánaðir á skipasmiðju í Póllandi í samband við umbygging av einum containaraskipi til seismikkskip, hann skal vera skipari á skipinum tá tað er liðugt. Jóannes verður verandi her hjá “Geo Shipping”, sum skipari og Jon hevur fingið tilboð, sum skipari hjá einum triðja norskum reiðaríið og skal byrja har í juli/august 2007, og her er eisini talan um seismikk.
Allir tríggir brøðrurnir lata heilsa heima, bæði familju og kenningum og siga at teir allir hava tað gott og trívast væl. Tá við á Norðlýsinum fregnaðust um veðri, søgdu teir, at tað var heldur kaldari nú, nú liggur hitin “bert” um 25 hitastig.




