Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir hava seks steypagull og einki finalutap

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Hjá Víkingi eru tríggir leikarar við serliga góðum hagtølum.

(Finalan um Løgmanssteypið) Hjá Víkingi eru tríggir leikarar við serliga góðum hagtølum.

Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen og Hanus Jacobsen. Teir hava allir verið við á liðum, ið hava spælt seks finalur um Løgmanssteypið. Allir hava ikki spælt sjálva finaluna hvørja ferð. Felags fyri teir er, at teir hava vunnið allar seks finalurnar, sum teir hava spælt í ella verið við til at ført liðið í. Sostatt eru teir helst mest vinnandi leikararnir í steypakappingini í nýggjari tíð.

Teir vunnu við GÍ í 2005 og so við Víkingi í 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015.