Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir Serbar afturat til NSÍ

(Hannefía Joensen)

Nenad Stankovic, ið gjørdist ársins leikari í føroyskum fótbólti í fjør, verður ikki einasti serbi í formulahópinum hjá NSÍ í ár. Umframt hann og beiggja sín Predrag, hevur NSÍ gjørt sáttmála við ikki færri enn tríggjar aðrar leikarar úr Serbia.

Milan Pejcic, Dejan Stojkovic og Aco Pandurevic eru nøvn sum viðhaldsfólkini hjá NSÍ ætlandi koma at verða eins glað fyri sum Nenad Stankovic.

Aco Pandurevic er ikki eitt nýtt navn í føroyskum fótbólti. Seinasta kappingarár leikti hann við VB/Sumba.

– At vit hava gjørt sáttmála við verjuleikarin Aco Pandurevic skal síggjast í ljósinum av Pól Thorsteinsson hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at taka eitt kappingarár afturat, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ við heimasíðu felagsins.

Milan Pejcic og Dejan Stojkovic hava ikki verið í Føroyum áður, og er her talan um ávikavist ein miðvallaleikara og ein áleypara.

– Eftir at tað gjørdist greitt, at Christian Høgni Jacobsen ikki kom at verða partur av hópinum í ár, varð avgjørt at gera avtalu við Dejan Stojkovic. Umframt at hava spælt í bestu deildini í Serbia, hevur hann roynt seg í Polen, Russlandi, Grikkalandi og Spania, so tað at spæla uttanlands er heldur ikki nýtt fyri hann, sigur Dánial Petur Hansen, við heimasíðuna hjá NSÍ.

Milan Pejcic hevur eisini roynt seg uttanlands áður, við tað at hann hevur spælt við Ísrelska liðnum Hapoel, og royndi hann seg her m.a. í UEFA Cup.

– Tað at vit í ár skulu royna okkum úti í Evropa, og tað at vit sum føroyameistarar í 2007 í aðrar mátar eisini koma at fáa fleiri dystir í hesum kappingarárinum enn í fjør, hevur sjálvsagt verið viðvirkandi til, at vit umframt at hava ein sterkan hóp, hava mett tað verða neyðugt við eini góðari breidd eisini, sigur formaðurin í NSÍ, Dánial Petur Hansen.

Hóast fleiri serbar verða á liðnum komandi ár, hevur NSÍ stórt álit á sínum ungu leikarum.

– Sum sagt skulu hesir sáttmálar síggjast í ljósinum av hvørjir leikarar ikki verða við í ár, og vóna vit í veruleikanum á hendan hátt at verða við til at menna okkara ungu og evnaríku leikarar enn meira enn higartil, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, og leggur hann at enda afturat:

-Júst tað, at tað hevur eydnast okkum at fáa Poul Jóhannus Justinussen heimaftur úr GÍ, og at vit fyri kortum eisini gjørdu sáttmála við Filip Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen, er tí at vit trúgva uppá okkara ungu og evnaríku leikarar.