Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir starvsdagar í Birkilund

Tórshavnar Kommuna

Í dag vóru ikki færri enn tríggir starvsdagar upp á tilsamans heili 90 ára hátíðarhildnir í dagstovninum Birkilund í eysturbýnum.

Í dag vóru ikki færri enn tríggir starvsdagar upp á tilsamans heili 90 ára hátíðarhildnir í dagstovninum Birkilund í eysturbýnum.

Tríggir kvinnur høvdu ávikavíst 15, 30 og 45 ára starvsdag, og tí bleiv skipað fyri hugnaligari samkomu, har tær tríggir eisini blivu heiðraðar av borgarstjóranum.
Maj-Britt Ellendersen, sum í fleiri ár hevur havt pedagogiska ábyrgd í Birkilund, hevði 15 ára starvsdag 1. okt 2013.
Varaleiðarin í Birkilund, Eyðvør Jensen, hevði 30 ára starvsdag, sum varaleiðari, tann 1. juli 2013.
Longu starvstíðina í Birkilund hevur Hanna Elisabeth Dam (Hannebeth), sum tann 1. septembur hevði 45 ára starvsdag t. Hon hevur verið gjøgnum nógvar broytingar á økinum bæði so og so, og longu sum 15 ára gomul genta byrjaði hon at arbeiða í vøggustovuni við Strond, síðan bleiv tað Lutzenstrøð, Birkilund og nú er hon, saman við sínum starvsfeløgum, flutt í Vípuna.
Hannebeth hevur verið varaleiðari í fleiri ár eisini. Hon hevur eina ávísa tign á stovninum og hevur nógvar royndir á økinum og hóast hon ikki vil kennast við tað, so hava øll, starvsfólk og foreldur respekt fyri tí sum hon sigur.
Tórshavnar Kommuna ynskir teimum trimum hjartaliga tillukku við starvsdøgunum við vón um framhaldandi gott samstarv.