Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir stovnar kanna í løtuni landsstýrismannin í Fiskivinnumálum

John William Joensen

Løgmaður hevur onga viðmerking men løgmannskrivstovan váttar at hon í løtuni ger eina vítfevnda kanning av landsstýrismanninum.

Norðlýsið hevur fleiri ferðir roynt at fingið viðmerkingar frá løgmanni um málið – men í morgun ringdi løgmansskrivstovan og gjørdi greitt at løgmaður ikki ynskti at gera viðmerkingar.

– Løgmaður bíðar til hann hevur gjørt eina niðurstøðu í málinum og tá skullu tit frætta, var sagt av løgmannskrivstovuni.

Umsitingin hjá løgmanni kannar eisini Tórbjørn.
Tá Jacob Vestergaard í ófráboðaðum fyrispurningi til løgmann róði fram undir, at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevði selt sær sjálvum tíðandi partabrøv hjá Kongshavnar Útgerðarfelag, heitti Johan Dahl, tingmaður, á landsstýrismálanevndina um at kannað øll viðurskifti hjá landsstýrismanninum.

Sum Norðlýsið skilir so loyva heimildirnar hjá landsstýrismálanevndini ikki at nevndin kannar persónin Tórbjørn Jacobsen, men nevndin kann tó kannað hvussu er við landskassaveðhaldinum hjá Kongshavnar Útgerðarfelag.

——–

Undan páskum visti Dimmalætting at siga at eftir drúgvu lýsingina av viðurskiftunum hjá Tórbjørn Jacobsen og Kongshavnar Útgerðarfelag, er TAKS eisini í ferð við at kanna skattaligu viðurskiftini kring søluna av partabrøvum.

Frá løgmansskrivstovuni verður sagt at umsitingin hjá løgmanni er í løtuni í ferð við at kanna tær søgur, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum og hendan kanningin er meira víðfevnd.

Tað er nevnuliga Løgmaður sum hevur evstu politisku ábyrgdina av landsstýrismonnunum.

Hóast nógv fokus í seinastuni hevur verið á kanningarnar hjá landsstýrismálanevndini, so er eingin ivi um at avgerandi orði um politisku framtíðina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hevur Løgmaður.

Umsitingin hjá løgmanni dugur ikki at siga nær hon verður liðug við kanningarnar, men vátta verður at tær eru sera víðfevndar.