Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir útlendskir leikarar til FC Suðuroy

Jákup Ósá

FC Suðuroy fingið tríggjar leikarar afturat í hópin.

Nú er greitt, at FC Suðuroy ikki bara styrkir seg við Høgna Madsen, men eisini trimum útlendingum.

Allir tríggir hava royndarvant seinastu tíðina. Teir hava gjørt tað so mikið gott, at FC Suðuroy hevur skrivað sáttmálar við teir.

Leikararnir eru:

Mamuka Toronjadze er álopskendur miðvallarleikari og hevur leikt við FC Suðuroy fyrr. Hann er úr Georgia.

Christian Ibeagha er miðverji og er frá Nigeria.

Valerian Lobashvili(myndin) er miðverji og er úr Georgia.