Kambsdalur 7. mars 2013
Á Studentaskúlanum í Eysturoy verður komandi ár møguleiki at lesa á trimum breytum. Hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt. Fyrsta árið eru flestu lærugreinirnar felagslærugreinir, ið allir næmingar hava. Annað og triða árið velja næmingarnir sína egnu lestrarleið.
Eitt av endamálunum við nýggju breytaskipanini er, at næmingurin í størri mun skal sleppa at seta dám á sína útbúgving. Tí metir Studentaskúlin í Eysturoy, at tað hevur stóran týdning, at áhugin hjá nýggjum næmingum kemur til sjóndar, áðrenn lestrarleiðir skulu veljast, og at avmarkingarnar í fyrsta árinum eru so fáa sum gjørligt.
Komandi hóskvøld 14. mars fer skúlin at hava almenna kvøldsetu við ymiskum til gamans og álvara. Tá verður eisini møguligt at fáa kunning um útbúgvingarnar og vegleiðing í at fylla út umsóknarbløð, sum sjálvandi eisini kunnu latast skúlanum aftur hetta kvøldið.
Umsóknarfreistin er 15. mars og á heimasíðu skúlans www.shey.fo ber til at lesa meira um skúlan og skúlans útbúgvingarmøguleikar.




