Føroysku tónlistavirðislønirnar Tríggjar dómsnevndir við tilsamans 15 dómarum hava tilnevnt tónleikarar í 13 ymsum kategorium. Alt frá mest spældu løgunum í loftmiðlunum til klassisk verk, teljast millum teirra, ið kunnu vinna
Føroysku tónlistavirðislønirnar Tríggjar dómsnevndir við tilsamans 15 dómarum hava tilnevnt tónleikarar í 13 ymsum kategorium. Alt frá mest spældu løgunum í loftmiðlunum til klassisk verk, teljast millum teirra, ið kunnu vinna
Rólant Waag Dam
Tey hava arbeitt í rúma tíð, og eru nú komin til eina niðurstøðu. Allar tilnevningarnar til FMA – Føroysku tónlistavirðislønirnar – eru gjørdar. Talan er um tríggjar dómsnevndir við fimm dómarum í hvørjum bólki, sum hava gjørt tilnevningarnar.
Dómsnevndirnar eru soleiðis skipaðar, at tað er arbeiðsbólkurin, sum hevur skipað tær. Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dómsnevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir at hava eina hampiliga geografiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðsstaðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin metir tey vera kompetent og gegni.
Hvørji tey fimtan eru, verður ikki almannakunngjørt enn. Men tann 15. mars, tá tað er greitt, hvør vinnur í teimum ymsu kategoriunum, verður tað eisini kunngjørt, hvør mannar dómsnevndinar.
Orsøkin til, at limirnir í dómsnevndunum verða almannakunngjørdir, er fyri at tryggja opinleika.
Limirnir í dómsnevndunum vita ikki av hvør øðrum, og hava arbeitt hvør í sínum lagi við sínum tilnevningum. Sostatt hevur eingin felagsfundur verið fyri dómararnar. Arbeiðsbólkurin ynskti, at dómararnir ikki skuldu hava møguleika at ávirka hvønn annan, ella at spekulera við sínum tilnevningum. Tí varð hesin leistur valdur.
Arbeiðsbólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at FMA skal vera eitt savnandi tiltak. Fyri at fáa allan tónleikin umboðaðan í tilnevningunum, valdi arbeiðsbólkurin at gera tríggjar bólkar.
Popp-bólkurin fevnir um populertónleik í breiðari merking. Tað er eisini populertónleikur, sum tað er mest útgivið av í Føroyum. Tí hevur arbeiðsbólkurin avrátt, at her er talan um fimm tilnevningar samanborið við tríggjar í hinum báðum bólkunum, har ikki heilt so nógvar útgávur hava verið.
Næsti bólkurin er Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk-bólkurin. Hesin fevnir um tyngra rockin og tær genrur, sum annars eru nevndar í heitinum.
Opni bólkurin, sum er triðji bólkurin, fevnir ógvuliga breitt, sum tilnevningarnar eisini vísa.
Arbeiðsbólkurin er sloppin at tilnevna í einum bólki. Talan er um bólkin Ársins nýggi bólkur/einstaklingur. Av av tí, at henda kategoriin koyrir tvørtur um allar tríggjar bólkarnar, hevur arbeiðsbólkurin gjørt av, at hon verður størri enn hinar og telur níggju bólkar og einstaklingar.
Vinnararnir verða kunngjørdir á FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum tann 15. mars. Tá hevur dómsnevndarnir gjørt sína niðurstøðu, og sms-atkvøðurnar eru taldar upp. Dómsnevndin eigur 50 prosent av avgerðini, sms-atkvøðurnar hina helvtin.
SMS-skipanin letur upp seinnapartin í dag. Tað verður kunngjørt á facebook.com/faroesemusicawards
ROCK/MÁLM, JAZZ, BLUES OG FOLK BÓLKUR
Ársins sangari ella einleikari
Kári Sverrisson
Jón Aldará
Høgni Lisberg
Ársins bólkur ella einstaklingur
Týr
Hamferð
Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins fløga
Valkyrja – Týr
Evst – Hamferð
Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins sangur
Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Tokan – Marius og Svævar Knútur
Nation – Týr
—
OPIN BÓLKUR
Ársins einleikari ella bólkur
Eivør
Bendar Spónir
Kvartettin í Betesda
Ársins fløga
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Skrímslið, lítla systir mín – Eivør
Bendar Spónir – Hvussu bendir man spónir
Ársins lag/verk
Lurta nú – Eivør
Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir
—
POPP BÓLKUR
Ársins sangari:
Teitur
Høgni Reistrup
Knút
Jens Marni
Hallur Joensen
Ársins songkvinna:
Greta Svabo Bech
Guðrið Hansdóttir
Guðrun Pætursdóttir Háberg
Døgg Nónsgjógv
Laila Carlsen
Ársins fløga
Byrta – Byrta
Story Music – Teitur
Undirgangstónar – Swangah
Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
With Stars & Legends – Hallur
Ársins sangur
Loyndarmál – Byrta
Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
Rock And Roll Band – Teitur
Heyah – Allan Tausen
Ársins bólkur/einstaklingur
Byrta
Teitur
Greta Svabo Bech
Høgni Reistrup
Swangah
—
Tilnevning frá Arbeiðsbólkinum
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Byrta
Døgg
Greta
The Absent Silver King
LoverLover
Flamma
Allan Tausen
Laila av Reyni
Jákup Lützen
FAKTA:
Tað er ein arbeiðsbólkur, sum stendur fyri FMA. Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava tikið stig til tiltakið, nú Planet Awards er farið í søguna. Tað eru umboð fyri hesar stovnar, sum manna arbeiðsbólkin. Somuleiðis hevur tónleikaumhvørvið valt tvey umboð í arbeiðsbólkin. Arbeiðsbólkurin hevur síðani valt ein samskipara av tiltakinum.
Arbeiðsbólkurin:
Eyðfinn Jensen, Kringvarp Føroya
Barbara Holm, Miðlahúsið
Fróði Vestergaard, Norðurlandahúsið
Sunleif Rasmussen, umboð fyri tónleikaumhvørvið
Ólavur Larsen, umboð fyri tónleikaumhvørvið
Rólant Waag Dam er samskipari av FMA




