Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggjar leiðslur

Petur Martin Hansen

Fyri fáum vikum síðani kom álitið frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi framtíðarvirkseminum á okkara trimum sjúkrahúsum. Tað er eitt arbeiði, ið samgongan hevur sett í gongd fyri at fáa nøkur boð uppá, hvussu vit best kunnu gagnnýta okkara heilsuverk í framtíðini, til frama fyri sjúklingin nú avbjóðingarnar við fleiri eldri og alsamt dýrari heilivági og betri viðgerðarhættum eru sjónligar. Vert er at leggja sær í geyma, at arbeiðið er gjørt útfrá at tað eru, og framhaldandi skulu vera 3 sjúkrahús í Føroyum.

Hol sett á niðurlaging við urologiini

Síðan álitið varð lagt fram, hava ávísir politikarar, ið allir vóru partur av undanfarnu samgongu, oyst gor og gall úr sær. Ikki minst hava umboðini fyri Fólkaflokkin givið ilt av sær. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvussu ber tað til, at Fólkaflokkurin nú brádliga er so eymur um Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) og skýrir allar ætlanir frá øðrum av tí ónda. Er svarið kanska, at tey royna at rópa so algoyst og hart fyri at fáa okkum at gloyma, at meðan tey sótu við valdinum, var urologiin flutt av KS til Havnar. Hetta var tann fyrsta veruliga niðurlagingin av KS sum sjúkrahús, og har ið ein skriða er lopin, kann ein óttast, at ein onnur er væntandi.

Tað kann tykjast margháttligt, at hesi samgongufólkini við Fólkaflokkinum á odda, nú tey sita í andstøðu rópa varskó. Hvar vóru rópini meðan tey sótu í samgongu og hví lótu tey urologiina fara?

Ein ella tríggjar leiðslur

Meginparturin av rópunum snúgva seg um, at uppskotið mælir til eina leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini og eftirlýsa tey, hvat samgonguflokkarnir halda um tað. Løgið, at tey ikki minnast, at Javnaðarflokkurin fór til val uppá 3 leiðslur, ella er hetta bara tann vanliga populisman, har man heldur, at tann sum rópar harðast, uttan mun til um viðkomandi hevur nøkur argumentir ella ei, vinnur.

Tað er onki nýtt hent, ið broytir okkara støðu til eina leiðslu, hóast arbeiðsbólkurin er komin til aðra niðurstøðu. Heldur tvørturímóti, so hava vit upplivað, hvussu illa sonevnd “fjarleiðsla” kann rigga, eitt nú á eldraøkinum.

Ríkidømi út í hvønn krók

Samstundis verður samgongan biðin um at halda sítt lyfti um at ríkidømi skal út í hvønn krók. Ein veit ikki, um ein skal gráta ella flenna, tá ið ein verður hartaður av flokkinum, ið kom við flatskattinum til tey ríku og tey vælløntu, ið serliga búgva í miðstaðarøkinum. Henda samgongan hevur jú latið skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar, ið júst eru spjaddar kring alt landið, ikki minst er skattalættin komin væl við hjá vanliga løntakaranum uttanfyri miðstaðarøkið.

Jú sanniliga skal ein vara seg at kasta fyrsta steinin, tá ið ein sjálvur býr í glashúsi!

Vinaliga

Petur Martin Hansen, formaður í Norðoya Javnaðarfelag

Harleywoodpaint