Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggjar nýggjar hvalvágir

Helgi Abrahamsen

Borðoyavík, Skálabotnur og Kollafjørður fáa nú fyribilsgóðkenning sum hvalvágir.

Borðoyavík, Skálabotnur og Kollafjørður fáa nú fyribilsgóðkenning sum hvalvágir.

Í einum uppskoti til kunngerð, sum Fiskimálaráðið hevur sent til hoyringar í farnu viku stendur, at umframt verandi hvalvágir, fáa Borðoyavík (millum Flesjar og Hellisenda), Skálabotnur (á sandinum) og Kollafjørður (á Lygnnesi) fyribilsgóðkenning sum hvalvágir.

Umframt hesa broytingina verður eisini skotið upp at gera fleiri aðrar broytingar í mun til verandi kunngerð um grind, sum er frá 2013.

Hoyringsfreistin í sambandi við nýggju kunngerðina er sett til 18. juli.