Fransaskonnartirnar vóru stórar og snotiligar. Tær fríðkaðu væl um í landslagnum. Hvør er henda á vágni í Klaksvík?
Fransaskonnartirnar vóru stórar og snotiligar. Tær fríðkaðu væl um í landslagnum. Hvør er henda á vágni í Klaksvík?
Tá ið fiskiskapurin tók seg upp í Grønlandi í 1920-árunum, fingu føroyingar sær størri skip, tí at sluppirnar vóru heldur smáar at fara so langa leið. Í hesum sambandi var serliga leitað til Noregs, Danmarkar og Fraklands.
Fleiri fransaskonnartir komu til Klaksvíkar. Í 1927 Ernestina, men ævi hennara gjørdist ikki long; á vári 1930 fór hon á land á Suðurlandinum, og níggju mans doyðu.
Í 1929 komu ikki færri enn fýra: Phi-Phi, Lilie, Polo og Stella Maria. Í 1931 kom so Skálanes til klaksvíkar nýggj, og hon var stór, 1600 skippund, sigur J. Símun Hansen í bók um skipa- og handilssøgu Norðuroyggja (Havið og vit, 1960).
Undirritaði (tiverri ikki á Facebook) sigur upp á forhond takk, um onkur veit at siga, hvør skonnartin á myndini er.
Óli Olsen




