Konsertin við Trio Acoustica verður í Atlantis í kvøld, frí. 28. sept., kl. 21:00.
Trio Acoustica er ein norðurlendsk trio, mannað av Stanley Samuelsen (Føroyar), Øistein Rian (Norra) og Steen Vidar Larsen (Danmark). Teir møttust ofta í ymiskum norðurlendskum og baltiskum londum, tá teir hvør í sínum lagi vóru úti og spældu, men avgjørdu í mai mánaði 2006, at gera okkurt saman. Allir tríggir spæla gittar og syngja, teir hava luttikið á fleiri norðurlendskum festivalum og arbeiða nú við at gera
egna fløgu. Teir framføra mest egin løg, tó hevur okkurt vakurt lag, sum teir vildu ynskt at teir sjálvir høvdu gjørt, sníkt seg inn á skránna.
Atgongumerki á kr. 100,- fáast í húsinum ½ tíma áðrenn konsertina.




