Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triplex gjørt samstarvsavtalu við KSS

Tíðindaskriv


Norska fyritøkan TRIPLEX AS, ein av heimsins førandi framleiðarum av lyfti- og netahandfaringarútgerð til fiskiflotan, hevur valt KSS sum sølu- og tænastuumboð á føroyska marknaðinum.

Fyri at hækka tænastustøði og nærleika til marknaðin hevur TRIPLEX gjørt hesa samstarvsavtalu við KSS. Harvið hevur KSS styrkt munandi um sín leiklut sum veitari av dekksútgerð til skip, bæði á heimamarknaðinum og á altjóða marknaðinum.

TRIPLEX er kent fyri patentið uppá ”kraftblokkin”, sum kollvelti nótafiskiskapin í sekstiárunum. Síðani hevur Triplex áhaldandi ment aðra útgerð til handfaring av nótum og trolum, so sum nóta-, flotlínu- og søkklínuleggjarar, umframt vanligar og serbygdar dekkskranar v.m.

Nógv føroysk skip hava TRIPLEX útgerð umborð. Seinasta hálvárið hevur KSS veitt og ísett nýggjar Triplex kranar til trolararnar ”Arctic Viking”, Kollafirði og ”Sjúrðaberg”, Klaksvík.

Samstarvsavtalan við TRIPLEX ber við sær, at KSS nú víðkar og fullfíggjar sítt útboð hvat viðvíkur dekksútgerð til fiskiflotan.

Frammanundan umboðar KSS í flestu norðurlondum, Bretlandi og Írlandi vælumtóktu Ibercisa el-spølini, sum m.a. verða at síggja umborð á nýggju nótabátunum ”Ruth” og ”Beinur”. Hesir nýbygningar verða handaðir reiðaríunum ávíkavist í mars og juli 2016. Øll dekksútgerðin umborð á ”Beini” verður frá Triplex og Ibercisa.

Henda nýggja samstarvsavtalan má sigast at vera ein verulig álitisváttan fyri KSS, sum samstundis styrkir um sín leiklut sum sølu- og tænastuveitari til skip á føroyska og altjóða marknaðinum.