Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríverkið um Hungursleikirnar fullfíggjað

Hannefíða Joensen

Síðsta bókin í heimskendu bókarøðini um Hungursleikirnar, sum amerikanska Suzanne Collins hevur skrivað. Báðar tær fyrstu bøkurnar eru longu filmatiseraðar og síðsti filmurin kemur seinni í ár.

Síðsta bókin í heimskendu bókarøðini um Hungursleikirnar, sum amerikanska Suzanne Collins hevur skrivað. Báðar tær fyrstu bøkurnar eru longu filmatiseraðar og síðsti filmurin kemur seinni í ár.


Hungursleikirnir, Festir í og nú Boðkveggjan. Les alla røðina um Hungursleikirnar á føroyskum


Søgan um Hungursleikirnar

Hungursleikirnir fara fram í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsiligi býurin Capitol umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi.

Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá ið hon tekur plássið hjá yngru systrini, Primrose, í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr – og at stríðast fyri lívinum er henni ikki fremmant. Hon mennist í stríðnum, men skal hon vinna Hungursleikirnar, noyðist hon at taka avgerðir, sum viga viljan at liva upp ímóti miskunnsemi og lív upp ímóti kærleika.


Boðkveggjan

Við ringum tannabiti roynir Katniss at laga seg til lívið undir jørð í Sýslu 13, har høvuðsstøðin fyri uppreisturin móti Panem er. Tá ið Katniss at enda játtar at vera Boðkveggjan – ímyndina fyri uppreisturin – fær hon forsetan í Sýslu 13, Almu Coin, at lova sær at eira allar luttakarar í Hungursleikunum, harímillum Peeta Mellark, Johanna Mason og Annie Cresta. Eisini vil Katniss sjálv verða tann, sum sleppur at drepa Snow forseta. Men lívið sum Boðkveggja hevur ein vansa við sær: Katniss sleppur ikki í bardaga, og tað hóvar henni illa.

Um somu tíð verður Peeta hildin fangi í Capitol og er noyddur at baktala uppreistrarfólk í beinleiðis sjónvarpi. Men tá ið hann í einum av sjónvarpssendingunum avdúkar ætlanirnar hjá valdsharrunum at bumba Sýslu 13, fær hetta avleiðingar. Hann verður heilavaskaður og heldur nú, at Katniss er svøk og vil gera av við hann. Stutt eftir bjarga uppreistrarfólk Peeta og øðrum fangum, men Peeta roynir alt fyri eitt at drepa Katniss – gentuna hann plagdi at elska.

Tá ið endaligi bardagin móti Capitol stendur fyri, er Katniss farin at ivast í, um tað veruliga er brúk fyri henni longur sum Boðkveggja. Og illgrunin verður styrktur, tá ið hon og lið hennara verða send til høvuðsstaðin, og ein óvæntaður gestur kemur við – Peeta!

Bergur Rasmussen týddi

355 bls./heft

www.bfl.fo