Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trivnaður í Hvannasunds kommunu

Jóhann Lützen

Nú ber til hjá fólki at koma við hugskotum til trivnaðarátøk

Tey trý Hans Fuglø Christiansen, SAnna Akurstein og Jóna Eliassen sita í trivnaðarnevndini í Hvannasunds kommunu. Tey sóknast eftir góðum hugskotum, sum kunnu verða við til at betra um trivnaðin hjá borgarum í Havannasunds kommunu. 

Nú hevur tú møguleika at hava ávirkan á, hvørji trivnaðartiltøk verða í 2021.Send ein teldupost til hvannasund@hvannasund.fo við tínum hugskotum, so verða tey tikin við, tá trivnaðarnevndin fer at leggja tiltøk til rættis, boðar trivnaðarnevndin frá. 

Seinasta freist at senda hugskot inn er mánadagin 1. februar kl. 12:00