Eg stilli upp fyri Tjóðveldi til kommunuvalið 8. november. Eg ynski at vera við til at tryggja, at positiva gongdin seinasta valskeiðið heldur fram. Eg vil her stutt siga eitt sindur um meg sjálva og um, hvat eg haldi, hevur týdning fyri at menna kommunu okkara.
Eg eri 40 ár. Eg kom til Føroyar í 2004. Tey fyrstu árini búði eg í Leirvík. Síðan 2007 havi eg búð í Klaksvík. Eg arbeiði sum lærari á HF í Klaksvík og á miðnámsskúlanum á Kambsdali, har eg undirvísi í sponskum og søgu. Eg havi fleiri ár verið virkin í Norðoya Tjóðveldisfelagi og siti í løtuni í nevndini í felagnum. Eg havi altíð havt áhuga í politikki, tó er tað fyrstu ferð, eg eri uppstillað. Í mínari frítíð spæli eg m.a. hondbólt við Stjørnuni. Eisini dámar mær væl at fara út í náttúruna.
Eitt lyklaorð til framhaldandi menning í kommuni er trivnaður. Trívast fólk og vinnulív, verður tað íkast, sum tey kunnu geva aftur til at menna samfelag okkara frameftir, munandi størri. Trivnaðurin hjá øllum borgarunum hevur týdning. Ung og gomul. Úr Klaksvík, Svínoy, Árnafirði og Kalsoy. Lesandi og fólk við ella uttan arbeiði. Fólk, sum eru fødd í Klaksvík, og tilflytarar – úr øðrum økjum í Føroyum, úr Norðurlondum, úr Evropa og úr øðrum heimspartum.
Tað sigur seg sjálvt, at ikki øll – borgarar, vinnulív og ferðafólk – kunnu fáa alt, tey ynskja. Vit mugu samstarva og lurta eftir hvørjum øðrum og finna felags loysnir, sum er til størst møguliga gagn fyri okkum øll – eisini fyri tey sum fara at búgva her um 10, 20 og 50 ár. Og tær loysnir, vit finna, skulu vera burðardyggar – burðardyggar fyri umhvørvi, náttúru og mentan – so tað eisini í framtíðini verður gjørligt at skapa trivnað millum fólk.
Vit hava seinastu fýra árini havt eina samgongu í býráðnum, sum hevur skapt optimismu í kommununi – og gongdin hevur givið fólkum dirvi til eisini sjálv at taka stig til at skapa m.a. eitt ríkari mentanarlív, sum vit øll hava gleði av.
Tjóðveldi hevur við trimum umboðum í samgonguni havt ein sterkan leiklut í menningini, og eitt sterkt Tjóðveldi tey næstu fýra árini er við til at tryggja, at góða gongdin heldur fram.
Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi




