Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trolarin Markus møtti ísbjørn

Jákup Ósá

Hesa ísbjørnina møttu vit í morgun. Ikki orduliga fullvaksin, so hon er nokk ikki so gomul. Møguliga ikki meir enn eini 3 ár. Ísbjørnin er størsta bjarnaslagið, og kunna viga upp ímóti einum ½ tonsi. Livur meginpartin av lívinum á ísinum, so hendan er komin út móti ískantinum at finna sær føði, fyri tað mesta kóp. Hon kann lukta kóp upp til góðar 30 kilometrar, 100 ferð so góðan luktisans sum vit menniskju.