Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trolbátarnir geva skarvin yvir

Helgi Abrahamsen

Felagið Trolbátar boðar í morgun frá eini yvirlýsing, har skotið verður upp, at landið keypir øll rættindini hjá reiðaríunum fyri 50 mió. krónur.

Felagið Trolbátar boðar í morgun frá eini yvirlýsing, har skotið verður upp, at landið keypir øll rættindini hjá reiðaríunum fyri 50 mió. krónur.

Hesar 50 milliónirnar er samlaða skuldin hjá avvarandi trolbátum, sum er stovnað undir verandi skipan,” sigur felagið.

Orsøkin til hetta víðgongda stigið sigur felagið vera yvirskipaða leistin, sum samgongan ætlar at skipa fiskiskapin undir Føroyum eftir.

”Felagið Trolbátar metir, at fiskivinnan ikki longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar og aðrar at gera modellir til, sum bólkur 4T als ikki longur kann sameina seg við, sum eina leið hjá høvðusvinnuni at fara,” sigur felagið í skrivinum.

Fyri 10 árum síðani vóru fullriknu trolbátarnir 17 í tali og nú eru bert 6 eftir.

”Hóast hesar samanleggingar, heldur landsstýrið áfram við ógrundaðum skerjingum og avmarkingum,” skrivar felagið.

Bátarnir sum er í vinnu eru: Birtingur, Búgvin, Dragasund, Fiskaklettur, Hansa Maria, Jens Leon, Olga Maria, Karen og Skálafossur.

Harleywoodpaint