Sum áltíð, tá Niclas Heri Jákupsson skipar fyri nøkrum, var tiltakið á Shellstøðini sera væleydnað leygardatin. Serstakliga gjørdi Trølla Omman stór eydnu millum børnini.
Shellstøðin í Klaksvík bjóðaði í Norðlýsinum inn til undirskriving av sponsoravtalu við Mjølnir og harafturat varð kunngjørt, at klokkan fimm kom Trølla Omman á vitnan. Og tað var við "fynd og klemm". Trøllaomman kom við einum Shell tangabili og børnini vóru ovfarin.
Eini 4-500 børn og vaksin høvdu leitað sær á Shellstøðina og trongsulin var ógvusligur. Vit fóru eitt sindur burturfrá at fáa eina mynd eisini, men fleiri myndir vera í Norðlýsinum komandi.




