Trølla Pætur gleðir seg at fara við Norrønu á Páksum, men Trølla Omman hevur ikki tol at bíða
Tað fer at verða øgiliga stuttligt og vit gleða okkum næstan meira enn børnini, sigur Trølla Pætur, tá hann verður spurdur um hann gleðir seg til páskatúrin við Norrønu. Men, leggur Trølla Pætur afturat, Omma hevur tíverri ikki líka gott tol at bíða, sum eg. Tað eru fleiri mánaðir síðani hon pakkaði kuffertið, og nú orkar hon ikki at bíða longur. Er tað í dag vit skulu avstað? – spyr hon hvønn dag, sigur Trølla Pætur. Hon hevur fleiri ferðir ætlar sær bara at fara avstað við Norrønu, men eg havi sagt, at tað má hon ikki gera, tí so fáa vit bara Erling og Jógvan á nakkan. Og tað er einki stuttligt.
Vit fara avstað Skírhósdag, og vit verða aftur Annan Páskadag. Vit ætla at undirhalda og skemta okkum allan túrin – so vónandi fáa tey ferðandi ein góðan túr saman við mær og ommu. Tað skal verða hugni og Rocken Roll fyri allar pengarnar, sigur Omma, men eg havi sagt, at vit eisini fara at spæla róligan tónleik, og so ætla vit eisini at hava kappingar. Umborð verða filmarnir hjá okkum at síggja í biografinum, so tað verður ordiliga stuttligt. Omma hevur longu stemmað gittarina og borið klaverið út í bussin, men eg havi fortalt ommu, at vit fyrst mugu sova 5 ferðir, áðrenn vit fara við Norrønu, sigur Trølla Pætur við einum smíli.




