Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trølla Pætur á fimm tungumálum.

(Norðlýsið – Tíðindi)

Slóðbrótandi DVD-útgáva á fimm tungumálum.

Slóðbrótandi DVD-útgáva á fimm tungumálum.

Nú skriva teir aftur søgu, mennirnir aftanfyri Trølla Pætur samtakið. Í vikuni koma tvær nýggjar DVD-útgávur á marknaðin, Jólini hjá Trølla Pætur og Trøllini og Mafian, har "bestsellarin" Trøllini og Mafian kemur, sum fyrsta DVD-fløga nakrantíð, á fimm ymiskum tungumálum.

"Jólini hjá Trølla Pætur, ið er ein hugnaligur jóla-familjufilmur er ikki áður komin út á DVD, og fólk hava spurt nógv eftir hesum filmi á DVD, síðani hann kom út á VHS fyri 4 árum síðani", sigur Jógvan Eliasen, ið er ein av arkitektunum aftanfyri verkætlanini.

Við góðum stuðli frá Vinnuframagrunninum varð fyri tveimum árum síðani farið undir at umseta søgugongdina í filminum Trøllini og Mafian, har endamálið var, at leggja frásøgurøddir um filmsgongdina inn á filmin, so eisini børn í øðrum londum kunnu fáa gleði av hesum, í Føroyum, so vælumtókta barnafilmi.

Úrslitið bleiv so, at frásøgan varð umsett til danskt, norskt, íslendskt og enskt. Frásøgufólk hava síðani verið í upptøkuhølunum og lisið frásagnirnar inn, ið síðani eru kliptar inn í filmum á hesum tungumálum.

T.v.s. at tá ein setur filmin í gongd, so kann veljast ímillum hesi málini, – umframt føroyskt sjálvandi.

Mennirnir aftanfyri Trølla Pætur halda, at tá so stórur partur av børnunum í Føroyum hava tikið filmin til sín, so eiga børn í londunum uttanum okkum eisini at fáa møguleikan fyri at njóta gott føroyskt barnaundirhald.

Tað finnast føroyskar familjur í nógvum londum kring um í heiminum, so nýggja DVD-útgávan er ein uppløgd jólagáva til børn hjá føroyskum familjum uttanlanda, so tey kunnu vísa sínum vinfólki har á staðnum, at tað eisini finst føroyskt framleitt barnaundirhald.

Tað er studio Pegasus, ið gevur út, og filmirnir verða at fáa í krambúðunum mikudagin í vikuni.